Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  02.09.2025 - 09:38 Tíðindaskriv

Ung í Føroyum, serliga lesandi, hava ov trupult við at finna ein hóskandi og bíligan bústað.

 

Hetta er ikki bara ein praktisk avbjóðing, men eisini ein demokratiskur og sosialur trupulleiki. Tí tá ið ung ikki hava ein bústað, forðar tað fyri útbúgving, trivnaði og lívsmøguleikum her heima.

Hósdagin 4. september kl. 19 varpa Javnaðarflokkurin og Sosialistisk Ung ljós ein av mest álvarsomu samfelagstrupulleikunum í Føroyum í dag. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Á tiltakinum hoyra vit um ítøkiligu politisku ætlanina um at gera skrivstovurnar á Eiragarði 2 til lestrarbústaðir. Eisini verður kjak millum ung, politikarar og fakfólk um, hvussu vit kunnu loysa bústaðartrupulleikarnar og tryggja fjølbroyttar og haldførar bústaðarmøguleikar í Føroyum, so ung kunnu trívast og virka her.

 

Skráin er hendan:

19.00 Framløga um Eirargarð. Stjórin í Bústaðir greiður frá

19.15 Sofaprát millum Margit Stórá, landsstýriskvinnu, Hera á Rógvu, rithøvundur og samfelagsfrøðing, og Petur Simonsen, lesandi úr Ráð teirra lesandi

19.45 Steðgur

20.00 Pallborð við ungmannafeløgini úr ymsu flokkunum um bústaðarpolitikk og hvussu vit fáa fleiri og betri bústaðir til ung

 

Orðstýrari verður Beinta Løwe.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing