Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsuhjálparafelagið setti landsins kosnu stevnu í Løkshøll

SKRIVAÐ: Mary Antonsdóttir  |  03.09.2025 - 11:21 Tíðindaskriv

Týskvøldið 2. septembur var Løkshøll karmur um, at Heilsuhjálparafelag Føroya hevði bjóðað framstandandi politikarum á biograf. Tá ið avtornaði komu 60 fólk at síggja filmin um lívið sum heimahjálp; millum teirri eisini fleiri álitisfólk hjá okkum.

 

Okkara virdu valdshavarar vóru ikki bodnir við fyri at verða skortflongdir, men fyri at verða rørdir. Við at vísa teimum filmin, Heim kæra heim, vildu vit fáa arbeiðið hjá limum okkara inn í æðrarnar á teimum øllum; landsstýrisfólkum, løgtingslimum, borgarstjórum og øðrum, ið taka avgerðir.

 

Vit halda, at arbeiðið hjá okkum kann lýsast meira veruligt gjøgnum fiktión enn við veruleikans køldu tølum. Vit vildu m.a. vísa teimum kosnu, hvat tað er at skifta blæu á vaksnum menniskjum - ella fyri alt tað - stomiposar. Vit vildu vísa teimum, hvat tað krevur at møta menniskjum, tú vitjar, við teirri virðing, sum tey hava uppiborið.

 

Heim kæra heim er danskur filmur eftir Frelle Petersen. Filmurin er tann seinasti í tríverki hjá leikstjóranum. Filmurin snýr seg um eina hjartagóða heimahjálp; ta stillføru kvinnuna, sum verður hart roynd í sínum starvi.

 

Søgan í filminum er nemandi og náðileys. Høvuðspersónurin, Sofía, fær longu fyrsta dagin at vita, at hon hevur 25 minuttir til hvørja heimavitjan; tað røkkur til at fáa eitt menniskja á ves, turka nakrar flatur, hita mat í mikroovni og taka uppvaskið.

 

Filmurin vísir, hvussu umsitingarlig krøv stoyta saman við tørvinum á sannari umsorgan. Og filmurin vísir ta vantandi virðingina, ið er fyri yrkinum hjá okkum:

”Nå, er du så kommet i gang med at tørre røv på de gamle?” spyr mamma Sofíu dóttur sína.

 

Men Sofía tosar við tey gomlu, sum vit øll eiga at tosa við tey. Sofía trýr upp á, at øll menniskju hava sína søgu, og at øll eru einstaklingar, ið eru verdir at kenna.

 

Men Sofía er eisini bara eitt menniskja sjálv, og sum frálíður eta ráu arbeiðstreytirnar seg inn á hana. Hon upplivir misnøgdar starvsfelagar, ein illan, eldri borgara og krevjandi avvarðandi, ið geva heimahjálpini skuldina fyri tað, sum skipanin eigur; tann skipanin, ið forlangar, at tað skal sparast og effektiviserast, so at næstan eingin sonn umsorgan verður eftir.

 

Filmurin vísir eisini, at tað at vera heimahjálp er streingjandi eins og onnur arbeiði á heilsuøkinum. Tað snýr seg um lív og deyða:

“Vit eru ikki her, fyri at tey skulu yvirliva, men fyri at tey kunnu liva, meðan tey eru her,” sigur ein samsintur starvsfelagi hjá Sofíu.

 

Strongdin hjá Sofíu breiðir seg til hennara egnu familju. Sjálvt 10 ára gamla dóttirin verður rakt.

 

Samanumtikið loyvi eg mær at halda, at filmurin var viðkomandi fyri øll. Ikki minst avdúkaði hann eftir mínum tykki, hvar vit eru endað í okkara so ríka parti av heiminum.

 

Ei undir í, at fólk blivu rørd undir sýningini.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn
Landsinn­savning – Neyðhjálp til Afganis…
KÍ hevur 22 sáttmálar til 2026
Meiningsleyst at pilka 2 reiðarí burturú…
Greining av størru føroysku feløgunum
Fótbóltsmin­nir prýða skrivstovuna
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Soleiðis gongur í akademi­num hjá KÍ
Seta sjóneykuna á ung og bústaðartrotið
Operahúsið í Sydney