Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2025 - 09:32 Tíðindi Vinna

Tá september mánaði er runnin fer býarmyndin at broytast. Øll kenna Óla Langgaard og hansara kæru, sum í áravís hava staðið smílandi handan søludiskin og selt okkum øllum alskyns døgurðabitar.

Flest okkara kenna gleðina, tá ið klokkan nærkast 11 og avtalan er, at vit fara at eta okkurt lekkurt frá Langgaard og tvey verða send avstað við einum lista til dagsins døgurðasteðg.  

Tað er við sorgblídni at hetta nú fer í søguna. Tað hevur verið ein torfør avgerð, men tíðin er komin, sigur Óli.

Fyri Óla og familjuna byrjaði søgan í 1997, tá ið Óli yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen. Áðrenn Óli yvirtók arbeiddi hann í Kjøthandlinum, so samanlagt hevur Óli havt tilknýti við handilin í 52 ár. Konseptið er tó broytt og tillagað so líðandi. Seinnu árini er orkan løgd í at gera døgurðar, sum verða seldir gerandisdagar í døgurðatímanum.

Kundi tú hugsa tær, at Kjøthandilin áhaldandi er ein partur av býarmyndini í Klaksvík?

Sjálvandi hevur dreymurin verið, at Kjøthandilin koyrdi víðari við nýggjari orku frá einum øðrum eigara. Tað er eingin loyna, at nógv orka er løgd í at menna og dríva eina fyritøku sum hesa. Tískil hevði verið gleðiligt at sæð virksemið hildið fram.

Onkur hevur víst áhuga, men eingin endalig søla er framd av fyritøkuni enn. Hetta er tí eisini skrivað við eini vón, um at ein møguligur keypari sær hetta og vendur sær til Óla. Men tað ræður um at gera skjótt av; Óli ynskir at frætta frá møguligum keypara áðrenn 20. september.

Um áhugi er at hoyra nærmari um virksemið, er ein vælkomin at ringja til Óla frá kl. 14:00 á tlf. 286150.

Seinasti søludagur

Seinasti søludagur er ásettur. Týsdagin 30. september verða seinastu døgurðabitarnir veittir - í øllum førum úr hondunum hjá Óla og hansara fólki. Men hvør veit? Kanska onkur hevur áhuga at føra siðin víðari. Vit vóna.

At enda ynskir Óli at takka øllum viðskiftafólkum fyri trúfesti og mong góð prát.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn