Sjálvandi er hall í landsbúskapinum - “quick fix” er ikki loysnin
Tað skal eitt munandi meira grundleggjandi arbeiði til enn stuttsiktaðar “quick fix”-loysnir.
Landskassin hall í bestu tíðum
Sitandi samgonga hevur nú í fleiri ár ikki megnað at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg - sjálvt í bestu tíðum við ongum arbeiðsloysi og búskaparvøkstri. Og so kann ein spyrja hví, svarið er einfalt, tí:
.... Samgongan skerjir tryggar inntøkur við 100 mió. kr. og megnar ikki at kompensera inntøkumissin við øðrum inntøkum ella við tillagingum í rakstrinum hjá landinum, har tað er ein sjálvfylgja.
.... Samgongan megnar ikki at tálma ella steðga vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum.
.... Samgongan roknar við framhaldandi inntøkuvøkstri frá fiski- og alivinnuni, sum ikki er realistiskt at rokna við.
.... Samgongan rekur ein konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk við alt ov høgum útreiðslum til løgur.
Ríkisveitingin verður skerd við fíggjarlógini 2026 við 100 mió.kr., men ongar tillagingar ella inntøkur koma ístaðin - men ein national trongd og tráan eftir frælsi hjá ávisum flokkum, men ein kann spyrja, frælsi til hvat og fyri hvønn? Uttan ein sterkan búskap verður minni frælsi og vælferð. Vit hoyra fá fólk og politikarar tosa um inntøkumissin við at skerja ríkisveitingina og fylgjurnar av tí.
Eftir stendur landsins fíggjarlóg við stórum halli, og so pástendur mann, at alt verður loyst við at hækka pensiónsaldurin, men nær kemur tað at virka - komandi 3-5 árini? Nei, um 10 til 15 ár, og hvat skulu vit brúka tað til upp á styttri og millumlangt sikt ....
Dag og dagliga hoyrist í fjølmiðlunum um uppskot at leggja enn hægri gjøld á alivinnuna, fiskivinnuna og tí, sum er grundarlagið undir okkara búskapi. Men hvat nyttar tað, tá útreiðslurnar vaksa ótálma, og meirinntøkur verða brúktar til enn hægri meirútreiðslur.
Alt annað líka eru m.a. hesir møguleikar at fylla í aftur holið hjá landskassanum:
Hækka skattir og avgjøld
Tálma útreiðslunum og fremja sparingar
Fremja reformar
Framleiða okkum úr trupulleikunum
Annað og kombinatiónir av omanfyristandandi
Men nøkur av hesum tiltøkum eru ópopuler politiskt og tí ger mann meira av tí sama ella letur bara standa til.
Nýskipanarnevndin og “quick fix”-loysnir
Nú samgongan og landsstýrið í longri tíð hava verið undir trýsti og kritikki fyri ikki at gera nóg mikið við bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini, er sett eina sokallað nýskipanarnevnd. Við hesum fær løgmaður og samgongan enn eitt time-out og sleppa í veruleikanum undan at taka tær avgerðir, sum tey eru sett í verðina til at taka sjálvi.
Stutt sagt, so er hetta eitt politiskt flopp og politisk komedia, tá henda er best. Nevndin er sett í panikk og skal koma við nøkrum “quick fix”-loysnum. Og nevndarformaðurin, Ben Arabo, hevur longu sæð fyri sær eina massaframleiðslu av tilmælum, sum bara fara at rulla inn á landsstýrisborðini og verða samtykt og sett í verk.
Hvar er fokus og raðfestingarnar í nevndararbeiðinum - nei skotið verður við høglbyrsu og ongin veit, hvat vendir upp ella niður í hesum arbeiðinum og hvør fer at liggja eftir á.
Eitt er vist, at nakrar fáar samanleggingar av stovnum og niðurlegging av dupultfunktiónum loysir ikki fíggjarliga haldføristrupulleikan hjá landinum ella kommununum - til tess eru fíggjarligu trupulleikarnir ov stórir. Og ein kann spyrja, hví skal ein nevnd til at tilmæla nakað, sum landsstýrisfólkini og embætisverkið sjálvi áttu at arbeitt við.
Tað verður sagt, at nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum. Hetta merkir væl, at eitt politiskt filtur frá byrjan er sett á nevndina og handlifrælsi er avmarkað - nevndarlimir skulu onkursvegna verja og ansa áhugamálini hjá tí, sum hevur innstillað og valt tey. Nevndin er heldur ikki óheft - tað er alment kent, hvat politiskt tilknýti nevndarlimirnar hava og onkur hevur seráhugamál, sum ger tað ómøguligt at koma við uppskotum og tilmælum, sum kunnu hótta teirra bakland o.a.
Nakrir av limunum í nýskipanarnevndini eru als ikki fakfólk innan samfelagsligar strukturbroytingar og almenna fyrisiting, løgfrøði og fíggjarstýring.
Henda nevndin fer at framleiða politiska rávøru til eitt valstríð, har samgonga og andstøða fara at brúka tilfari til óendaligt kjak og ósemjur - ongi átøk fara at verða framd undan einum vali, aldrin. Verður tað gjørt og bara lugtar av lægri vælferðartænastu og uppsagnum, so er tað politiskt sjálvmorð - og kann ein so spyrja, hví seta eina nevnd, hvørs arbeiði ikki loysir fíggjarliga haldføristrupulleikan.
Tað er sera naivt at hugsa sær, at fíggjarligu haldføristrupulleikarnir hjá tí almenna kunnu loysast politiskt við “quick fix”-loysnum av einari nýskipanarnevnd. Og nakrar samanleggingar av stovnum og niðurlegging av dupultfunktiónum loysa ongar fíggjarligar haldføristrupulleikar - og tað eiga landsstýrisfólkini sjálvi at arbeiða við.
Skjótar ella “quick fix”-loysnir, taka vanliga ikki fyrilit fyri heildini, loysa sjálvdan teir undirliggjandi og veruligu trupulleikarnar og kunnu hava við sær skaðilig árin upp á longri sikt.
Tað skal eitt munandi meira grundleggjandi arbeiði til enn stuttsiktaðar “quick fix”-loysnir.
Annfinn Brekkstein