Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv virksemi hevur verið í badminton í summar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.09.2025 - 08:00 Ítrottur Tíðindi

“Vit gleða okkum til enn eitt spennandi kappingarár við nógvum ymiskum á skrá. Eitt nú skal U17 landsliðið luttaka í EM á Lanzarote”, sigur Katrin Jacobsen, forfólk í Badmintonsambandi Føroya.

 

 

Sum øllum kunnugt, so vóru oyggjaleikirnir á Orkney í juli. Og fingu vit besta úrslit nakrantíð.

Somu dagar, sum oyggjaleikirnir vóru, vóru tríggir leikarar við í Summer School í Vejen í Danmark, sum Badminton Europe skipar fyri.

Tey trý, Beinir Weihe, Sarita Kvilt og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, umboðaðu Føroyar. Í eina viku vandu tey saman við bestu leikarunum í Europa í sínum árgangi. Tey trý siga, at tað var ein sera góð vika, og at tey lærdu nógv. Ferðaleiðari á túrinum var Rúni Weihe.

Síðst í juni luttóku 11 ungir badmintonleikarar í North Atlantic Camp í Íslandi. Hetta er samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Leikararnir venja og hugna sær saman í eina viku. Tey knýta nýggj vinarbond, meðan tey gera tað, sum tey tíma og duga allarbest, spæla badminton.

 

Tey, sum vóru við í Íslandi vóru:

  • Boas á Reynatrøð
  • Jónas Festirstein Dam
  • Óðin Eldevig
  • Sólfinnur Funding Ludvig
  • Jóhannus Lamhauge
  • Tístram Hammer
  • Mannbjørn Eysturtún Mouritsen
  • Hansina Eysturtún Mouritsen
  • Inga Guðrin Samuelsen
  • Tóra Erlandsdóttir
  • Brynja á Borg

Ferðaleiðarar og venjarar vóru Jónas Vágsheyg og Joanita Vágsheyg.

 

Um 14 dagar byrjar kappingarárið aftur. Tá er fyrsta Grand Prix - kapping (GP) á skrá. Spælt verður á Giljanesi, og er MBF vertur. Spælt verður í U11, U13, U15, U17 gentur og dreingir, og vaksin kvinnur og menn.

“Vit gleða okkum til enn eitt spennandi kappingarár við nógvum ymiskum á skrá. Eitt nú skal U17 landsliðið luttaka í EM á Lanzarote”, sigur Katrin Jacobsen, forfólk í Badmintonsambandi Føroya.

Hon leggur afturat, at fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Føroyum eru farnar í gongd, og eisini skulu vit vera vertir fyri stórari kapping Small States of Europe í oktober/november 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…