Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra verkætlanir um havgransking fingið stuðul

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.09.2025 - 08:45 Tíðindi

Faknevndin fyri skránna um Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO - hevur játtað tilsamans 14,35 milliónir kr. til fýra nýggjar verkætlanir.

 

Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Tað komu 12 umsóknir til freistina 17. februar 2025. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.

Faknevndin hevur grundað sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.

Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:

AXIS - An extended time series of deep overflow: how variable is the AMOC?

Verkætlanarleiðari: Camilla S. Andersen, GEUS 
Samstarv millum GEUS, Havstovuna, Jarðfeingi og Norges arktiske universitet
Játtan: 3.597.718 kr.

GL Halibut - Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut

Verkætlanarleiðari: Daniel Estévez Barcia, Grønlands Naturinstitut
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og Hafrannsóknastovnun
Játtan: 3.553.450 kr.

MeDNA - Tracking spatial and temporal distribution of marine mammals in the Atlantic Arctic with environmental DNA

Verkætlanarleiðari:Anni Djurhuus, Fróðskaparsetur Føroya
Samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og Aarhus Universitet
Játtan: 3.597.693 kr. 

REDADVANCE  – Harnessing genomics to improve future sustainable management of redfish on the
Ridgegyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity

Verkætlanarleiðari: Einar Eg Nielsen, DTU Aqua
Samstarv millum DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, Havrannsóknastófnun, Havforskningsinstituttet og Universitetet i Agder.
Játtan: 3.598.686 kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…