Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður svartkjaftatúrur

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  09.09.2025 - 15:17 Tíðindi Vinna

-Á suðureysturlandinum var brúkiligur fiskiskapur og skipini lógu um 500 tons um samdøgrið. Vit royndu har í nakrar dagar og hálini lógu frá 250 tonsum upp til 800 tons, sigur Páll.

 

Síðsta samdøgrið hevur Christian í Grótinum landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði. Teir hava 3300 tons av stórum og góðum svartkjafti, sum teir fingu í fimm samdøgur. Prísurin er 2.80 kr fyri kilo.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan, Pál Rasmussen. Tíð var eisini tikin til eitt Guds orð, bøn og drekkamunn. Páll greiddi soleiðis frá:

-Skipið hevur ligið í nakrar vikur eftir at tað kom aftur frá eftirlit í Danmark. Hetta er fyrsti túrurin síðani, og hann hevur gingist væl.

-Vit byrjaðu túrin í føroyskum sjógvi, í ein landnyrðing úr Fugloynni, men har var smáligt. Tá vit so frættu at íslendingar fingu svartkjaft í íslendskum sjógvi, løgdu vit leiðina tann vegin, sigur hann.

-Á suðureysturlandinum var brúkiligur fiskiskapur og skipini lógu um 500 tons um samdøgrið. Vit royndu har í nakrar dagar og hálini lógu frá 250 tonsum upp til 800 tons, sigur Páll.

-Tað er stórur og góður svartkjaftur og so nakað av smáum uppí. Tað skuldi verið dámligt. Vit hava kvotu til nakrar túrar afturat, meðan flestu av hinum føroysku skipini hava fiskað meginpartin av teirra svartkjafta kvotu, sigur Páll.

-Vit eru væl nøgdir við árið. Skipið hevur riggað væl og fiskiskapurin hevur eisini gingið væl. Tí hava vit nógv at vera takksamir fyri, sigur Páll Rasmussen.

12 mans vóru við og tveir næmingar, sum vóru í starvsvenjing.

Teimum umborð á Christiani í Grótinum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…