Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havgranskarar á Setrinum fingið stóran MARiNAO-stuðul

SKRIVAÐ: setur.fo  |  09.09.2025 - 16:15 Tíðindi

Faknevndin fyri Havgransking í Norðuratlantshavi, sum kallast MARiNAO, hevur játtað yvir 14 milliónir til fýra nýggjar verkætlanir, harav havgranskarar á Setrinum hava fingið stóran part

 

Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum, og Anni Djurhuus og Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, sum báðar eru lektarar á Náttúruvísindadeildini, fingu væl.

Undir leiðslu av Anni Djurhuus á Fróðskaparsetrinum hevur granskingarverkætlanin MeDNA fingið næstan 3,6 milliónir krónur. Verkætlanin eitur "Tracking spatial and temporal distribution of marine mammals in the Atlantic Arctic with environmental DNA", og Setrið samstarvar í hesum føri við Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og AArhus Universitet.

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er partur av tveimum øðrum granskingarverkætlanum, sum eisini hava fingið fitt av granskingarfígging á MARiNAO.

Onnur kallast "GL Halibut - Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut" og verður gjørd undir leiðslu av Daniel Estévez Barcia frá Grønlands Naturinstitut. Her er talan um samstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og Hafrannsóknastovnun. Stuðulin til hesa verkætlanina er somuleiðis næstan 3,6 milliónir krónur.

Hin granskingarverkætlanin, sum Sunnvør er partur av, hevur eisini fingið 3,6 milliónir krónur. Verkætlanin eitur "REDADVANCE  – Harnessing genomics to improve future sustainable management of redfish on the Ridgegyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity", og verkætlanarleiðari er Einar Eg Nielsen frá DTU Aqua. Hendan verkætlanin verður framd í samstarvi millum DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, Havrannsóknastófnun, Havforskningsinstituttet og Universitetet i Agder.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt
Gjógvin má minka – tí skulu vit samráðas…
Morgunsangur byrjar aftur í Christianski…
Betri Stuðul fíggjar fimm verkætla­nir á…
Havgranskarar á Setrinum fingið stóran M…
Góður svartkjaftatúrur
Nær skrivaði Norðlýsið at nýggj fysioter…
- Vit kunnu bjóða okkum fram í oljuvinnu…
Kostbreytin í 8. fl hevur gjørt muffur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur
Fýra verkætla­nir um havgransking fingið…
Ein týdningarmikil føroyskur sigur í Gib…
Nýtt heiðurstekin fyri tænastu í tilbúgv…
Andy Olsen nummar 6 í DM poker
Team Rynkeby súkklar frá Wenzel til Tjar…
Beinleiðis: Andy er í gongd
Sáttmáli longdur við týðandi broytingum
Metallir í verki
Andy Olsen á poker-finaluborði­num
Búgvin rokast norð­anfyri