Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Sáttmálin hjá Gaston Nicolas Tellechea er í dag longdur, so hann ikki bert fevnir um 2026, men eisini 2027. Gaston kom úr Argentina við ársbyrjan, og hevur veruliga víst sítt virði á vøllinum.
- Eg eri ómetaliga glaður fyri at vera her. Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at spælt við KÍ, og ikki minst at fáa týdningarmiklu royndirnar úti í Evropa. Konan og eg eru ómetaliga glað fyri at vera her, og tað hevur alt verið eitt stórt upplivilsi fyri meg og okkum.
- Eg eri sera takksamur! Takksamur fyri at vera partur av hesum liðnum og takksamur fyri øll fólkini kring KÍ. Eg føli at eg veksi sum leikari fyri hvønn dag, og eg ynski at halda fram við menningini. Bæði sum leikari og sum persónur. Eg ynski millum annað at læra meg betri enskt, so eg kann samskifta lættari við liðfelagar og áskoðarar, sigur argentinski verjuskansin hjá KÍ.
Spurdur hvørjar serligar løtur hava verið í ár, so er Gaston púra avgjørdur.
- Tá ið eg kom til Føroyar var eg bæði bilsin og bergtikin. Tá ið flúgvarin lendi var kavi og so at síggja øll fjøllini og havið. Tað var ótrúliga vakurt og gjørdi serstakt árin á meg.
- Persónliga var tað eisini sera stórt fyri meg, tá ið eg skoraði fyri KÍ á útivølli móti Sanajoki í Finnlandi. Tað var mítt fyrsta mál, og so var tað í einum evropeiskum dysti. Tað var stórt, tí tað eisini hevði so stóran týdning fyri dystin, og dreymin um at koma víðari í Evropa.
Til seinast spyrja vit sterka argentinan, hvat hesin sáttmálin kann geva honum.
- Eg ætli mær ikki at slappa av nú sáttmálin er longdur. Eg ætli mær at arbeiða hart og menna meg enn meiri, og geva enn meiri til KÍ. Vit skulu seta enn hægri mál, og tey ynski eg at náa saman við KÍ, sigur Gaston at enda.