Lýsing
Lýsing
Lýsing

Einki broytt við heimastýrisnevndini, LOYSING krevst um framburður skal henda

SKRIVAÐ: Øssur Patursson  |  12.09.2025 - 08:21 Lesarabrøv Politikkur

Lesur ein avgerðina hjá § 6 heimastýrisnevndini, verður tað enn einaferð staðfest, at veruliga orsøkin til, at Føroyar yvirhøvur kunnu gerast partur av WTO, er tann, at grein 12, stk. 1 í WTO-sáttmálanum loyvir økjum við sjálvræði at gerast sjálvstøðugir limir.

 

 

Men nevndin sigur samstundis, at hetta kann ikki fremjast uttan at danska stjórnin gevur sítt samtykki.

Hetta er ein greið staðfesting av, at altjóða rættarskipanin longu í dag gevur okkum møguleikar, tí WTO og onnur felagsskapir viðurkenna eindir sum Føroyar sum sjálvstøðug tolløki.

Hetta merkir, at hóast vit hava altjóða rættarligan møguleika, so er tað grundlógin í Danmark, ið forðar okkum. Hetta er ikki nakað framstig, tað er tvørturímóti ein týðilig áminning um, at vit eru bundin í eini spennitroyggju, har vit bert kunnu flyta okkum, tá danska stjórnin vil loyva tí.

Hetta er ikki ein sigur fyri Føroyar, men heldur eitt ítøkilig prógv um, hvussu heimastýrið avmarkar okkara møguleikar.

Tað verður staðfest svart uppá hvítt, at so leingi vit eru partur av Danmark, kunnu vit ikki gera altjóða avtalur, og kunnu ikki gerast limir í teimum felagsskapum, sum beinleiðis viðvíkja okkara egnu áhugamálum, uttan at fáa danska góðkenning.

Hetta er ein støða, sum vit síggja aftur og aftur:
-          Hetta er galdandi í felagsskapum innan fiskivinnu, har vit bert sleppa inn, um Danmark vil.
-          Tað sama galdandi fyri okkara ítróttarfólk
-          Og nú eisini fyri WTO, sum beinleiðis snýr seg um at tryggja okkara handilspolitiska sjálvræði.

Avgerðin hjá § 6 heimastýrisnevndini staðfestur, at bert við donskum samtykki kunnu vit gerast WTO-limur.

Hetta er sjálv kjarnan í heimastýristrætuni: vit hava rættindi, men bara tá Danmark gevur okkum tey í hendi.

Tí eiga allir føroyingar at seta sær spurningin:

Skulu vit góðtaka at vera bundin av einum donskum veto, tá møguleikarnir liggja víðopnir í altjóða samfelagnum til at virka sjálvstøðugt?


Svarið er sjálvsagt: LOYSING krevst, skal nakað broytast.

Tað er einans við fullum sjálvsavgerðarrætti, at vit kunnu brúka okkara rættindini og møguleikar, sum altjóða skipanin gevur okkum. Tað er einans við fullum sjálvsavgerðarrætti, at vit veruliga kunnu gerast kappingarfør í mun til Ísland, Noreg og Bretland, og einans við fullum sjálvsavgerðarrætti at vit veruliga kunnu gerast WTO-limur uttan góðkenning úr Danmark.

Hetta er kjarnin í avgerðini, og kjarnin í stríðnum fyri eitt frælst Føroyar.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum
Kondittarí Marietta: Fyrsti lærlingu­rin…