Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskaslag skrásett undir Føroyum

SKRIVAÐ: Tjóðsavnið  |  12.09.2025 - 12:01 Tíðindi Vinna

Fyrr í ár fingu Elnar Holm og teir umborð á Polarhav ein serligan fisk í trolið, tá teir royndu nakað sunnan fyri Føroya banka. Elnar spurdi seg fyri á Facebook-bólkinum “Fiskar og sjódýr undir Føroyum” og vit fingið upp í lag, at Sjódjóradeild Tjóðsavnsins fekk fiskin í varðveitslu, so greiða kundi fáast á hvat slag hann var.

 

Fiskurin varð fingin á 340 favna dýpi, og er á at líta sum fleiri aðrir djúphavsfiskar. Ofta eru teir myrkir við lutfalsliga stórum eygum. Fleiri hava eisini lutfalsliga stórar og hvassar tenn, og ymiskar glógvandi blettir á kroppinum.

Av tí at hesin fiskurin varð fiskaður við troli, var hann illa farin, men við at kaga í bøkurnar Fiskar undir Føroyum og Íslenskir fiskar, sást, at hesin fiskur líktiskt øgiliga nógv háfiðringi (Alepisaurus ferox). Háfiðringur hevur eyðkenda høga ryggfjøður, men á hesum fiskinum var ryggfjøðurin illa slitin, so torført var at siga nakað við vissu. Í slektini Alepisaurus er einans ein annar fiskur, sum er fingin nakrar ferðir undir Íslandi, tó at bæði sløgini oftast halda til sunnanfyri okkum. Alepisaurus brevirostris, sum á íslendskum hevur fingið navni “litli földungur”, varð fyrstu ferð fingin  suður úr Surtsey á sumri 1992. Á íslendskum eitur háfiðringur “stóri földungur”.

Eru fiskarnir í heilum líki, er lætt at kenna mun á A. ferox og A. brevirostris eftir skapinum á ryggfjøðurini, tí A. ferox hevur stóra og høga ryggfjøður, har av navnið háfiðringur. Á fiskinum, sum Polarhav fekk, var ryggfjøðurin tíverri nærum slitin heilt av. Á hesum fiskinum byrjar ryggfjøðurin framman fyri uggafjøðrunum, og tíbetur er hetta eitt eyðkenni, sum verður nýtt at skilmarka sløgini. Hetta, saman við at tranturin er nakað styttri enn á háfiðringi, sigur okkum at her er talan um tann fisk, sum íslendingar kalla litli földungur.

Av tí at har einans eru tvey sløg í slektini Alepisaurus, og háfiðringur longu er skrásettur hjá okkum, skjóta vit upp, at Alepisaurus brevirostris  fær føroyska navnið lítli háfiðringur, og at Alepisaurus ferox framyvir kallast stóri háfiðringur.

Lítli háfiðringurin frá Polarhav er konserveraður og í varðveitslu hjá Tjóðsavninum. Eisini eru vevnaðarsýni tikin so til ber at gera DNA-greiningar av fiskaslagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Epli og gularøtur av Sandi
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi
Stórt steypavikuskifti á skránni