Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttarkappingarnar

SKRIVAÐ: tsk.fo  |  12.09.2025 - 12:17 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

TSK, Húsarhaldsskúlin, Sjónám og Valskúlin (10. flokkur) luttóku í ítróttardegi í badmintonhøllini mikudagin.

 

Mikudagin var árligi ítróttardagurin á TSK. Tøknibreytin skipaði fyri ítróttarkappingunum, og Matvørudeildin gjørdi heilsugóðan mat og smoothie til allar luttakararnar.

Yvir 200 næmingar høvdu skipað seg í 45 lið á 4-6 persónar. Stuttligt var at síggja, hvussu nógv ymisku liðini høvdu gjørt burturúr við búnum og øðrum.

Liðini skuldu dystast á 13 ymiskum postum: Kasta 20 kg-bólt, longdarlop, straffispark, kettlebell, borðtennisstafett, spurnakapping, togtogan, skíðstafett, armboyggingar, badminton, kasta bólt, føroysk umseting og kross og bolla.

Vinnararnir av ítróttarkappingini gjørdust ‘Ohm's lóg’. Hetta eru næmingar, ið ganga á Eldeildini.

Eftir ítróttarkappingina var árliga flogbóltskappingin á skránni. Har vunnu “Smámenn” sum varð mannað við næmingum, ið ganga á Tøknibreytini.

Vit ynskja vinnarunum til lukku og takka fyri ein sera væleydnaðan ítróttardag!

Eisini vilja vit takka Húsarhaldsskúlanum, Sjónámi og Valskúlanum fyri gott samstarv.

Á Facebook-vanganum hjá skúlanum ber til at síggja myndir frá ítróttardegnum. Eisini ber til at síggja myndir og filmar á Instagram-vanganum hjá skúlanum: tsk_fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…