Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið í Vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.09.2025 - 20:17 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer ættin at liggja millum landnyrðing og útnyrðing. Tað fer tí at kølna nøkur stig, og hitalagið fer at líkjast tí, vit kenna á heysti.

Fyrstu dagarnar eitt sindur av vindi, men í miðvikuni og frameftir bert eitt lítið lot. Av samanhangandi avfalli er bert eitt brúgvalag við regni týsdagin – alt hitt, sum kemur niður, eru ælingar úr óstøðugari luft.

Yvir Noregi fara lágtrýst at leggja seg og draga kaldari luft norðaneftir á leiðirnar, vit eru. Samstundis fer eitt hátrýst at menna seg yvir Grønlandi, og tað fer eisini at flyta kaldari luft norðaneftir ímóti okkum. Fyribils sær tað mynstrið í veðrinum at vera alla vikuna. Verður tað soleiðis, kunnu fyrstu hvítu fjallatopparnar væntast í vikuskiftinum. Vit fáa at síggja.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, við skiftandi skýlofti, onkur sólglotti men eisini okkurt ælið í støðum. Seinnapartin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, um kvøldið fer at regna. Um náttina frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 8 til 13 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin:

Framvegis lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Út á dagin bert lítið lot, minni enn 4 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur 10 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Hitin 5 til 10 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi. Hitin 7 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum