Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri avgjøldum!
Eru enn fleiri avgjøld á veg, nú nýggj veðurlagslóg skal leggjast fram? Tann fyrispurning hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu.
Húsarhaldini hava tað tungt. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja. Harafturat gjørdi Ingilín Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnan tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldunum, tá fólk vórðu tvingað yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur.
Føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur.
Viðvíkjandi framleiðslu ídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Har fara grøn gjøld at versna munandi um kappingarførið.
Fólkið og vinnan eiga at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa. Tí hevur undiritaða sett hesar spurningar:
Spurningarnir, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir setur, eru hesi:
- Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?
- Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur?
- Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?
- Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?
- Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Tingkvinna fyri Fólkaflokkin