Latið ei søguna doyggja
Stórur partur av Føroya søgu er við at søkka í gloymskunnar hav. Um fá ár er tað farið, og kemur ongantíð aftur. Skal tað bjargast, so má tað vera nú!
Talan er um ljóðupptøkur heilt aftur til um ár 1900, myndir og skrivaðan tekst. Hetta tilfarið liggur spjatt og óskipað í plastikposum, pappeskjum og á teldum ymsastaðni í landinum.
Fleiri einstaklingar hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at savna og varðveita hetta tilfarið, men tað liggur spjatt, og fá vita um tað. So hvørt sum tey ið vara av tilfarinum fella frá, veit eingin, at tað yvirhøvur er til, og hvar tað liggur. Eisini eru í nógvum førum fáar upplýsingar um, hvør er við á upptøkum og myndum, og tí er neyðugt at spyrja tey ið minnast hendingarnar, men hesi fækka í tali, og tey ið eru eftir eru komin væl upp í árini.
Fyri at fáa hetta skipað má avgerð takast um, hvar tilfarið skal liggja, hvussu almenningurin kann fáa nyttu av tí, og hvussu arbeiðið skal fíggjast.
Eg havi fleiri ferðir sett fyrispurningar á Løgtingi um hetta – seinast tá munnligir fyrispurningar vóru fyri mikudagin. Millum annað spurdi eg, um Savnsgull hjá Kringvarpinum møguliga kann vera partur av eini bjargingarætlan?
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, svaraði, at Savnsgull er ein møguleiki, men tað krevur eina hægri játtan á fíggjarlógini (hann nevndi 1,5 mió. krónur), og møguliga skulu onkrar tekniskar broytingar eisini gerast. Men eisini aðrir møguleikar eru.
Orðaskiftið í sambandi við fyrispurningin vísti, at tað er breið politisk semja um, at stig eiga at verða tikin til at varðveita tilfarið, og at gera tað atkomuligt hjá almenninginum. So má tíðin vísa, um nakað verður gjørt við tað. Fyrsta stigið er at fáa pengar settar av á fíggjarlógini.
Fyri mær er eingin ivi um, at hetta tilfarið eigur at verða savnað, meðan tað enn er tøkt, og at almenningurin eigur at fáa atgongd til tað.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður