
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja ikki upplýsast
Norðlýsið hevur tosa við advokatin, sum umboðar Norebo JSC. Fyritøkan sigur seg hava roynt at fingið fatur á allari teirri føroysku politisku skipanini gjøgnum august mánað og inntil nú, men at áhugin millum føroyskar løgtingslimir og landsstýrisfólk fyri upplýsingum hevur verið nærum heilt fráverandi. Tey fáu svarini, ið fyritøkan hóast alt hevur fingið frá føroysku politikarunum, hava bert verið yvirflatisk
Michael Lewis arbeiðir hjá ensku advokatstovuni devonshires.com og hann umboðar Norebo JSC. Vit hava spurt hann hvussu tey hava uppliva samskifti við føroysku myndugleikarnar í samband við at landsstýrið ætlar at banna teimum atgongd til føroyskar havnir.
”Vit hava í yvir ein mánað nú, kanska nærri 6 vikum, roynt at komið upp á tal við onkran á Føroya Løgtingi ella í Landsstýrinum, men hava vit verið rættiliga nógv ignorerað. Vit sendu á fyrsta sinni skriv til Uttanríkisráðið tann 1. august 2025 og viðløgdu prógv fyri okkara søk. Tann 4. august sendi eg ein áminnandi teldupost. Aftur onki svar, so eg ringdi til tey og fekk fatur á onkrum, sum vissaði um, at tað var farið til rætta persón, og at tey fóru at venda aftur til mín. Tað tók tríggjar vikur hjá teimum at venda aftur til mín.
Vit fingu eitt rættiliga skuffandi svar, sum í grundini einki sigur. Tað sigur ikki, at tey fara at hyggja at prógvunum; tað sigur ikki, at tey eingong hava lisið okkara bræv ella fylgiskjølini til tað. Svarið innihelt onga viðmerking til framløgurnar ella serfrøðingafrágreiðingarnar. So vit fylgdu síðani málinum upp við einum øðrum brævi til teirra tann 24. august, har vit bóðu um at fáa frágreitt, hvør tilgongdin var, hvussu vit kundu fáa Løgtingið at viðgera prógvini faktuelt, og hvussu vit kundu fáa Løgtingið at lesa okkara framløgur. Logting.fo var almenna teldupostadressan, fingu vit at vita.
So tann 27. august, sendu vit eitt fult, nágreiniligt framløguskriv til Løgtingið, sum fevndi um alla okkara støðu. Tað fevndi um støðuna í ES, Noregi og Føroyum, og sum hevði allar smálutir um allar serfrøðingafrágreiðingarnar við. Og aftur bjóðaðu vit okkum at veita fulla atgongd til undirliggjandi prógvini, um tey vildu hava tey. Aftur her hevur ongin biðið um at síggja undirliggjandi prógvini. Vit skrivaðu postarnar og søgdu so, at móttakarin kundi síggja alt, um tað var ynskiligt, tí vit vildu tryggja okkum, at tey høvdu áhuga.
Vita ikki eingong, um Løgtingið hevur lisið tað skrivið. Vit hava onki svar fingið frá teimum. Vit hava onki svar fingið frá Løgtinginum ella Landsstýrinum. Seinast í farnu viku, tann 5. september, royndu vit aftur, og eg sendi teldupostar til allar sitandi flokkar á Løgtingi. Eg sendi tey til flokkanna floksteldupostadressur og eisini nakrar lyklapolitikarar so sum Sirið Stenberg, sum eg haldi er uttanríkisráðharrin, sum legði uppskotið til lógaruppskotið fram. Teir teldupostarnir bóðu bara um, at tey skuldu samskifta við okkum, og vit spurdu, um vit kundu tosa um undirliggjandi prógvini um avgerðina hjá ES og um okkara svar til hana. So tað mugu hava verið umleið 10 teldupostar, ið vórðu sendir út til flokkarnar og politikararnar fríggjadagin. Men aftur hevur tað verið fullkomin tøgn (”radio silence” orðar hann tað, blðm.). Vit hava ikki hoyrt frá einum einasta av teimum.
Einasta svarið, vit fingu, var frá Landsstýrinum, sum segði, at tað var ov tíðliga at viðmerkja, fyrrenn lógin varð samtykt, og tá gevur tað onga meining longur. Um tú bert skalt hyggja at prógvunum, eftir at tú longu hevur samtykt lógina, so nyttar ikki nógv.”, sigur Michael Lewis at enda við Norðlýsið.