Lýsing
Lýsing
Lýsing
Russiska reiðaríið Norebo vísir aftur, at tey eru sek í ákærunum, ið hava ført til, at Noreg og ES hava bannað teimum atgongd. Okkurt fór fram hjá einum skipi, áðrenn reiðaríið átti tað, onnur viðurskifti eru avsannað, og heimildin at brúka fiskiskip sum herskip er púra misskilt | Mynd: Norebo

Norebo: Onki hald í skuldsetingunum móti okkum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.09.2025 - 16:23 Politikkur Tíðindi Vinna

Í skrivi til Norðlýsið vísir reiðaríið nógvum av pástandunum, sum liggja til grund fyri at banna reiðaríiunum í at koma í havnirnar í ES, aftur. Okkurt er farið fram, áðrenn Norebo yvirhøvur átti skipið. Nýtslan av loyniligari dual-use-útgerð er kannað og avsannað. Og heimildin hjá russisku stjórnini at nýta fiskiskip til hernaðarlig endamál er ikki øðrvísi enn heimildirnar í eitt nú Noregi, Danmark ella Bretlandi til at gera tað sama

 

Norebo vísir á, at skipið Taurus er ákært fyri ”løgnar rørslur” í 2016-2021, men skipið varð ikki keypt av Norebo fyrr enn í november 2021. Eina ferð í desember 2022 var tað nær einum amerikanskum kavbáti, men hetta var sambært boðum frá norsku havnarmyndugleikunum. AIS vísir vanliga fiskivinnuferð. Viðvíkjandi Kapitan Sokolov var ákæran, at skipið hevði verið nær einum kinesiskum tangaskipi, sum skaðaði undirsjóvarkaðlar, men tað var longu avsannað av finskum og estiskum myndugleikum. AIS vísir, at skipið var meira enn 50 fjórðingar burtur.

Skipið Canopus var ákært fyri at hava ligið yvir tveimum rørleiðingum í 2018. AIS og Inmarsat samsvara ikki, men havnarmyndugleikar, skipsdagbók og skiparin sjálvur vátta, at skipið tá var í havn í Velsen.

Tá tað kemur til ákærurnar um ”dual-use“-útgerð hava øll skipini verið kannað av Colin Wood, OBE (Officer of the Most Excellent Order of the British Empire), bretskum serfrøðingi í loyniligari og tvínýttari (“dual-use”) útgerð. Ongin útgerð varð funnin, sum ikki er vanlig í fiskivinnuni. Fleiri lond, m.a. Føroyar, hava kannað skipini uttan at finna nakað hernaðarligt.

Christopher Blackhurst, fyrrverandi ritstjóri á The Independent og við 45-ára royndum innanvert journalistikk, metir, at greinirnar úr The Evidence Pack, sum ráðgevingin, sum mælti til sanktiónirnar, styðjaði seg til, vóru illa skrivaðar, einvísar og ofta endurgivnar uttan keldur. Nakrar vóru týdd við Google Translate, og feilumsetingar vóru staðfestar. Blackhurst sigur, at fleiri av teimum aldrin høvdu sloppið ígjøgnum nálareygað hjá sær, hvørki sum journalisti ella ritstjóra. Tær ”fall significantly below the recognised journalistic standards”, sum hann orðar tað – liva ikki upp til journalistiskt lágmark.

Norebo vísir eisini á, at tað er skeivt at halda, at russisk fiskiskip eru undir hernaðarligari stýring. Lógin frá 2022 er bert ein dagføring av strategi, og ongi nýggj boð eru givið um at brúka sivil skip til hernaðarlig endamál. Norebu leggur afturat, at bretska, danska og norska stjórnin eisini væl kunnu velja at taka fiskiskip og brúka tey til hernaðarendamál, tá tað er neyðugt, men tað merkir ikki, at øll bretsk, donsk og norsk fiskiskip til eina og hvørja tíð eru til taks fyri herin og tí skulu síggjast sum herskip.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norebo: Onki hald í skuldsetingu­num móti…
Hjarnar eykakonsert leygar­dagin 8. novem…
Ein skuldsettur í málinum um valsvik í O…
Ríkisfelagsskapu­rin opnar fyri møguleiku…
Minnið um kappan livir
KRIS fyllir 25 ár
Limaskapur í WTO er sambæri­ligur við stj…
Sundsvegu­rin verður asfalteraður
Norðlýsið blaðið í gerð
Fosturtøkumálið aftur í tingið hósdagin
Hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu nið…
Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt
Gjógvin má minka – tí skulu vit samráðas…
Morgunsangur byrjar aftur í Christianski…
Betri Stuðul fíggjar fimm verkætla­nir á…
Havgranskarar á Setrinum fingið stóran M…
Góður svartkjaftatúrur
Nær skrivaði Norðlýsið at nýggj fysioter…
- Vit kunnu bjóða okkum fram í oljuvinnu…
Kostbreytin í 8. fl hevur gjørt muffur