Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ríkisfelagsskapurin opnar fyri møguleikum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  10.09.2025 - 14:32 Politikkur Tíðindaskriv

-Niðurstøðan hjá grein-6 nevndini staðfestir, at ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum møguleikar.

 

Grein 6- nevndin, sum varð sett at fáa greiðu á, hvørt føroyskur limaskapur í egnum navni í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, er í dag komin við síni niðurstøðu.

Niðurstøðan er greið: Føroyar kunnu hava limaskap í egnum navni og gerast sjálvstøðugt tollumveldi innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar.

Hetta eru góð tíðindi fyri Føroyar og fyri ríkisfelagsskapin, tí niðurstøðan hjá grein 6-nevndini vísir, at ríkisfelagsskapurin er rúmligur og nútíðarhóskandi.

Sambandsflokkurin varð stovnaður við tí aðalmáli at arbeiða fyri hollari og frílyntari menning av Føroya fólki í ríkisfelagsskapi við Danmark. At røkja sambond og víðka um samstørv við útheimin er kjarnuvirði okkara, og tí fegnast vit um, at Føroyar kunnu gerast limur í egnum navni í WTO.

“Hetta hevur nógv at siga fyri Føroyar, tí áður hevur verið sagt av øðrum politiskum flokkum, at vit eru ov avmarkað í ríkisfelagsskapinum – men niðurstøðan hjá grein 6- nevndini vísir tað øvuta, nevniliga at vit kunnu moderniserast innanfyri ríkisfelagsskapin. Vit í Sambandsflokkinum vilja betra um møguleikarnar hjá Føroyum og føroyingum, og vit síggja ferð aftaná ferð, at hetta kann gerast innanfyri ríkisfelagsskapsins karmar. Vit síggja og skapa møguleikar saman, heldur enn at leita eftir forðingum hvør í sær.” – sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin – meðan allir aðrir flokkar á Løgtingi vilja úr ríkisfelagsskapinum. Politikkurin hjá Sambandsflokkinum, sum er at varðveita og menna ríkisfelagsskapin til tess at tryggja føroyingum og Føroyum fleiri rættindi, hevur hald í veruleikanum. Tað vísir niðurstøðan í dag greitt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norebo: Onki hald í skuldsetingu­num móti…
Hjarnar eykakonsert leygar­dagin 8. novem…
Ein skuldsettur í málinum um valsvik í O…
Ríkisfelagsskapu­rin opnar fyri møguleiku…
Minnið um kappan livir
KRIS fyllir 25 ár
Limaskapur í WTO er sambæri­ligur við stj…
Sundsvegu­rin verður asfalteraður
Norðlýsið blaðið í gerð
Fosturtøkumálið aftur í tingið hósdagin
Hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu nið…
Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt
Gjógvin má minka – tí skulu vit samráðas…
Morgunsangur byrjar aftur í Christianski…
Betri Stuðul fíggjar fimm verkætla­nir á…
Havgranskarar á Setrinum fingið stóran M…
Góður svartkjaftatúrur
Nær skrivaði Norðlýsið at nýggj fysioter…
- Vit kunnu bjóða okkum fram í oljuvinnu…
Kostbreytin í 8. fl hevur gjørt muffur