Hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu niðurleggjast?
spyr Bárður á Steig Nielsen millum annað løgmann um í fyrispurningi
Munnligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Nýskipanarnevndin
Spurningar:
Ætlar løgmaður at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum beinanvegin, um nýskipanarnevndin kemur við tilmæli um hetta?
Um so verður, hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu niðurleggjast?
Viðmerkingar:
Løgmaður hevur sett eina nýskipanarnevnd at koma við uppskotum um nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um haldførið í vælferðarsamfelagnum.
Fyrsti boðskapurin frá formanninum í nevndini er, at byrjast skal á ovastu løgunum. Tá miðlar síðani hava spurt nærri, er komið fram, at talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum í mun til okkara lítla samfelag er ov høgt.
Tá løgmaður skipaði verandi landsstýri varð tað skipað við níggju aðalráðum í mun til tey sjey, ið vóru frammanundan. Somuleiðis, tá hesir flokkar skipaðu landsstýri í 2015, bleiv talið av aðalráðum økt úr sjey til átta. Tí hevði verið áhugavert at hoyrt, hvørjar tankar løgmaður hevur um at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum, soleiðis sum formaðurin í nýskipanarnevndini leggur upp til.
Á Løgtingi, 10. september 2025
Bárður á Steig Nielsen