Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjarnar eykakonsert leygardagin 8. november

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  10.09.2025 - 15:29 Mentan Tíðindi

Tað verður eitt brak av einum tiltaki, tá í vælkendi klaksvíksbólkurin, Hjarnar, fer at hátíðarhalda 50 ára føðignardagin í Varpinum. Fyrra konsertin, ið er á skránni fríggjakvøldið 7. November er útseld, og tí er valt at hava eykakonsert leygardagin 8. November kl. 17.00 í Varpinum.

Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin kryddað við væl kendum gestatónleikarum, sum fara at útleggja nakrar av kendu sangunum hjá Hjarnar.

Hjarnar byrjaði eins og allir aðrir rokkbólkar í Klaksvík - tá ið tíðini - í einum kjallara, men teir vandu meira, keyptu betri ljóðføri og trimmaðu pallframførsluna við Karl Martin Samuelsen á odda.

Bólkurin byrjaði við at spæla tey kendu løgini, sum tá vóru spæld á Radio Luxembourg, men fóru síðani at gera egin løg og tekstir, sum eisini fóru beint inn í hjartað á mongu tónleikafjepparunum.

Hvør hevur ikki sungið ella skrálað við til sangin “Alla nátt” tá ið lagið hevur verið gott, ella stóra altjóða hittið “Breaking my heart”, sum kom upp í toppin á kendur radiostøðini, Radio Luxembourg, í 1985.

Konsertin er ein heiðran av bólkinum, søguni, frambrotunum og týdninginum, bólkurin hevur havt fyri tónleikin í Klaksvík og Føroyum, samstundis sum tað er ein stór tónleikauppliving.

Til ber at keypa atgongumerki her:

Alla nátt - 50 ár við Hjarnar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norebo: Onki hald í skuldsetingu­num móti…
Hjarnar eykakonsert leygar­dagin 8. novem…
Ein skuldsettur í málinum um valsvik í O…
Ríkisfelagsskapu­rin opnar fyri møguleiku…
Minnið um kappan livir
KRIS fyllir 25 ár
Limaskapur í WTO er sambæri­ligur við stj…
Sundsvegu­rin verður asfalteraður
Norðlýsið blaðið í gerð
Fosturtøkumálið aftur í tingið hósdagin
Hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu nið…
Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt
Gjógvin má minka – tí skulu vit samráðas…
Morgunsangur byrjar aftur í Christianski…
Betri Stuðul fíggjar fimm verkætla­nir á…
Havgranskarar á Setrinum fingið stóran M…
Góður svartkjaftatúrur
Nær skrivaði Norðlýsið at nýggj fysioter…
- Vit kunnu bjóða okkum fram í oljuvinnu…
Kostbreytin í 8. fl hevur gjørt muffur