Burn Fitness høvuðsstuðul fyri inniróðurin hjá Róðrarsambandi Føroya
Burn Fitness og Róðrarsamband Føroya fegnast um at hava gjørt eina 3-ára samstarvsavtalu, har Grand Prix-kappingarnar í inniróðri komandi árini fara at bera heitið “Burn róðurin”.
“Hetta er eitt samstarv, ið hóskar serliga væl, tí Burn Fitness er umboð fyri Consept II rógvimaskinur, ið verða brúktar í flestu altjóða kappingum í inniróðri. Við samstarvinum verður tryggjað, at føroyskir innirógvarar altíð hava útgerð í bestu góðsku, og at ítróttargreinin kann mennast enn meira” sigur Jákup Súni Berg, stjóri í Burn Fitness.
“Sum ítróttargrein hevur inniróðurin tikið seg sera nógv fram her í Føroyum og víða um heim. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár kappast á altjóða støði og hava bæði vunnið EM- og HM-medaljur hesi árini. Vit hava høgar væntarnir og mál fyri inniróðurin, og varð nýggjur landsliðsvenjari settur í starv fyri stuttum. Við avtaluni við Burn Fitness fer útgerðin hjá okkara innrógvarum altíð at verða í topp til kappingar” sigur Petur Hansen, formaður i RSF.
Samstarvið gevur føroyskum rógvarum bestu møguleikar at kappast á hægsta altjóða støði. Við útgerð í bestu góðsku og skipaðum kappingum í Føroyum eru lunnar lagdir undir, at føroyskir rógvarar kunnu røkka altjóða sigrum í framtíðini.
Vit gleða okkum til eitt gevandi samstarv, leggja báðir partar afturat.
Róðrarsamband Føroya og Burn Fitness