Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar kunnu vit kæra grønvasking?

SKRIVAÐ: Áhugafelagið Livilig kor  |  11.09.2025 - 12:15 Tíðindaskriv

P/F Varðin Pelagic hevur hin 5. septembur almannakunngjørt, at tey í eina tíð hava havt eina skipan – ein kæruportal – sum ger tað lættari hjá borgarum at gera vart við møguligar ampar frá fyritøkuni og at oyðublaðið gevur borgarum møguleika at lýsa ampar, sum tey uppliva - eitt nú larm, lukt ella annað - beinleiðis til felagið, soleiðis at tey kunnu fáa eitt betri yvirlit og tryggja, at tey kunnu avgreiða fráboðanir á ein skipaðan hátt. Sostatt sær tað út, sum fyritøkan tekur ábyrgd av náttúru og nærumhvørvi. Men hetta samsvarar illa við veruleikan, sum borgarar á Tvøroyri hava livað í leingi.

 

 

Hvar var ábyrgdarfulla leiðslan á P/F Varðin Pelagic í alt summar, meðan vaksin og børn gingu við migrenu og máttu rýma úr hús og heimi undan larmi frá klokkan 08.00 á morgni til klokkan 19.00 á kvøldi? Ella tá ið P/F Varðin Pelagic stóð fyri at smildra eitt heilt grannalag og leggja tað undir mold? Ella tá fjørðurin fleyt í snykutari evju og fólk máttu lata vindeygu aftur í besta summarveðri fyri ikki at spýggja? Hvar var útstrekti armurin tá?

Tað er tó altíð nakað, at P/F Varðin Pelagic langt um leingi viðurkennir, at tað eru ampar, sum standast av virkinum og skipunum, sum ótálmað liggja og brøla! Hetta hevur annars verið trupult at fáa fyritøkuna at siga hart og alment. Sostatt kann bert staðfestast sambært hesum kæruportali, at P/F Varðin Pelagic endiliga viðurkennir árinini við larmi, lukti og øðrum. Árin, sum merkjast nærum hvønn dag og hava verið til ampa fyri borgarar á Tvøroyri leingi!

Umframt dagligar ampar frá larmi, lukti og øðrum, hevur virkið hjá P/F Varðin Pelagic eina goymslu við 34 tonsum av ammoniakki í miðbýarkjarnanum á Tvøroyri. Hetta umboðar ein dagligan vanda og djúpa ræðslu, sum borgarar á Tvøroyri skulu liva við. Í londunum rundan um okkum er kravið til frástøðu fyri bara 5 tons av ammoniakki minst 200 metur, um talan er um búsetingar við meira enn 150 fólkum. Her hjá okkum á havnarlagnum á Tvøroyri eru innan fyri ein radius á 200 metur: fólkaskúlin við øllum børnunum, handilsvirksemi, hotelvirksemi, caféir, einir 200 bústaðir og – innan fyri 300 metur – Suðuroyar Sjúkrahús og ellisheim!

Verður ammoniakk leitt út í fjørðin, kann roknast við at alt livandi doyr í sjónum og fram við strondini. Longu nú er javnan lívrunnið útlát út á fjørðin. Likkurnar hava góðar dagar, men fjørðurin verður nakað hart raktur. Dieselroykur frá skipum, sum osa og dálka umhvørvið, er gerandiskostur. Larmur og vibratiónir frá skipunum mugu vit tola á degi sum á nátt. Tekur fyritøkan á havnarlagnum hædd fyri hesum?

Livilig kor hava vegna limir sínar – grannar hjá virkinum – kært um hesi viðurskifti í langa tíð, umframt at einstaklingar hava kært egna vegna og tað er P/F Varðin Pelagic væl vitandi um. Ráman stank, larm og útlát. Vit hava eisini skjalprógvað við myndum, at frárensl frá P/F Varðanum Pelagic ikki er í lagi. Vit hava spurt Umhvørvisstovuna, hvat líður við kanningunum, ið P/F Varðin Pelagic hevur sagt, at tey skulu gera. Vit hava spurt, um virkið sleppur at halda á fram at framleiða við so ógvusligari umhvørvisdálking. Hin 5. august gav Umhvørvisstovan P/F Varðanum Pelagic boð um at kanna og fáa staðfest møguligar keldur/orsøkir til lukt frá virkseminum á virkinum. Umhvørvisstovan gav P/F Varðanum Pelagic freist til síðst í august at senda Umhvørvisstovuni eina kanningarætlan, sum lýsir, hvussu felagið ætlar at fáa staðfest møguligar keldur til luktamparnar. Við í ætlanini skuldi eisini vera ein tíðarætlan fyri kanningarnar. Í dag er 11. septembur og vit hava enn einki frætt frá nøkrum stovni ella nakrari fyritøku – annað enn "stór tíðindini" á in.fo, at nú er ein "kærtuportalur" klárur til borgarar at brúka!

Hvat er tað júst, sum P/F Varðin Pelagic skal hjálpa okkum borgarum við? Tí vit hava langt síðani fingið greiða kunning um, at árin frá virkinum skulu kærast beinleiðis til Umhvørvisstovuna, meðan larmur frá skipum skal kærast til havnameistaran hjá Tvøroyrar kommunu sambært havnarviðtøkunum, sum eru felags reglugerð fyri allar kommunalar havnir – frá januar 2023.

Virkið P/F Varðin Pelagic er formliga flokkað sum: "Stærkt forurenende virksomhed". Tað skuldi ongantíð fingið loyvi at ligið í einum miðbýi millum fólk, skúla, sjúkrahús, matstøð, handilsfyritøkur osfr. Tað er eitt virki, sum altíð fer at gera seg inn á nærumhvørvið og fólkini, sum búgva rundan um.

Men P/F Varðin Pelagic hevur fingið góðkenning til at byggja uppaftur meira ídnað í okkara miðbýarkjarna, onki minni enn eina fiskamjøl og lýsiverksmiðju, við 60 metur høgum skorsteini, 20 metur høgum siloum, dampketlum, lagurtankum, ljósdálkan v/ meira. Og góðkenningin er grundað á havumhvørvislógina. Enn einaferð er borgarin stóri taparin. Tí havumhvørvislógin er til fyri at verja havumhvørvið, ikki nærumhvørvið á landi ella menniskjuni, sum her búgva. Hvar er Umhvørvisverndarlógin, sum skal verja menniskju og avmarka dálking av luft, vatni og jørð? Sum verjir fyri larmi og øðrum árinum, sum gera tað ómøguligt at liva sum menniskja í egnum heimi?

Hvar kunnu vit kæra grønvaskingina hjá P/F Varðanum Pelagic?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi
Epli og gularøtur av Sandi
Stórt steypavikuskifti á skránni
Innbjóðing til fyrrver­andi fosturforeldu…
Meirathon – eitt øðrvísi og atkomuvinali…
Løgmaður sent Jonas Gahr Støre lukkuynsk…
Trupulleikar við óneyvum og loyniligum s…
Full semja í Løgtingi­num at gera Eirarga…
Hvar kunnu vit kæra grønvasking?
Tøkan av laksi 100.000 tons
Tøkk – Elsba Olsen
Burn Fitness høvuðsstuðul fyri inniróður…
Tað er mega gott á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Norebo: Onki hald í skuldsetingu­num móti…
Hjarnar eykakonsert leygar­dagin 8. novem…
Ein skuldsettur í málinum um valsvik í O…
Ríkisfelagsskapu­rin opnar fyri møguleiku…
Minnið um kappan livir
KRIS fyllir 25 ár