Ein fantastiskur leikari og eitt enn betri menniskja
Gaston er ein fantasiskur leikari og eitt enn betri menniskja. Hann hevur uppiborðið ein betri sáttmála, tí hann hevur leverað á vøllinum og til venjing, og tað vilja vit viðurkenna hann fyri, sigur Magnus Powell høvuðsvenjari hjá KÍ.
Magnus Powell vísur eisini á, at felagið vil tryggja sær spælarin, tí tað er heilt sikkurt, at útlendsk feløg fara at royna at fáa fatur á honum. Gaston hevur verið ein týdningarmikil leikari fyri KÍ í ár, og hevur leverað á sera høgum støði, tí er tað ikki ein spurningur um feløg fara at royna eftir, tí tað fara tey, sigur venjarin avgjørdur.
Spurdur um nakað konkret hevur verið á borðinum, er venjarin eitt sindur meiri hulin.
- Tað er stórur áhugi í hansara dygdum og fleiri hava sæð hansara eginleikar, men einki konkret.
- Gaston hevur verið ein av allar bestu leikarum í føroysku fótbóltsdeilini í ár. Tá ið hann kom til KÍ, kendu vit ikki nógv til hann, og tað er altíð ivasamt hvussu væl tað eydnast við at fáa útlendskar leikarar inn í hópin. Men aftaná eitt sindur av tillagingartíð, so tók hann av møguleikanum inni á vøllinum, frá fyrsta minutti, sigur ein fegin høvuðsvenjari.
- Er eri eisini sannførdur um, at vit bert hava sæð ein lítlan part av hvat hann kann blíva tað til. Hann hevur fingið boð um at gera tingini einkult, men vit ynskja at byggja upp á, og tá er tað eisini umráðandi, at hann fer at duga betri enskt, so samskiftið verður lættari, og tað hava vit eisini fokus á sum felag.
Vit spyrja eisini Magnus, hvat status er við hópinum til komandi kappingarár.
- Vit hava sanniliga hugsað um komandi kappingarár. Tað er tí vit hava longt sáttmálar við fleiri leikarar, og í løtuni arbeiða vit eisini við at fáa venjaratoymið endaliga upp á pláss, tí eg eri tann einasti, ið hevur sáttmála fyri 2026.
- Okkara fokus er nú, at hava eyguni vend á komandi dyst, og vinna tað sum eftir er av kappingarárinum og ikki minst vinna finaluna um løgmanssteypið, sigur Magnus Powell at enda.