Upptakt: KÍ-Víkingur
Í kvøld verður dystur á Djúpumýru millum verandi meistarar og mest sannlíkt komandi meistarar.
Hetta er eisini ein upphiting til finaluna um løgmanssteypið, sum verður 31. oktober, tá somu lið møtast. Hjá KÍ eru flest allir leikarar tøkir av teimum, sum vanliga byrja inni. René S. Joensen, Hallur Hansson og Patrik Johannesen hava ikki spælr við landsliðnum og René og Patrik hava sum skilst spælt við snuddum í fleiri mánaðar, meðan knæðið hjá Halli hevði brúk fyri einum steðgi. Nú er møguleiki fyri, at teir allir verða tøkir aftur, tó at René og Patrik helst framvegis merkja okkurt til skaðarnar, ið hava darvað so nógv, at teir sjáldan hava vant sjádan við fullari ferð í longri tíð.
Hjá Víkingi hava Atli Gregersen, Aron J. Ellingsgaard og Ingi Jonhardsson leikbann.
Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 18.30. Dómari verður Alex Troleis.