Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaatkvøðan var "einans vegleiðandi"

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  15.09.2025 - 10:30 Politikkur Tíðindaskriv

Í gjár var 14. september, og tjóðveldisfólk gjørdu aftur nakað burturúr, at føroyingar tá valdu loysing

 

 

Men tann 10. september 1946 (fýra dagar áðrenn fólkaatkvøðuna) skrivaði Dagblaðið (í eini roynd at fáa veljararnar at skriva “nei” á atkvøðuseðilin), at fólkaatkvøðan var bara vegleiðandi, og at “nei-atkvøðurnar” fóru ikki at vera roknaðar sum ógildigar. Tær vóru eitt “nei til stjórnaruppskotið”, men ikki eitt “ja til loysing”.  

“Vit síggja soleiðis, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er einans vegleiðandi,” skrivar blaðið, og heldur tí ikki, at spurningurin um gildigar og ógildigar atkvøður hevur so stóran týdning. Blaðið vísir á, at løgtingsval fór at verða stutt eftir atkvøðugreiðsluna, og um fólkaatkvøðan vísti meiriluta fyri loysing, so skuldi løgtingið leggja til rættis, hvussu hetta skuldi gerast. “Verða stemmurnar nakað javnar, so má samráðast um, hvat so skal gerast,” skrivar Dagblaðið.

Greinin endar við orðunum: “So sjálvt um tú ikki vilt loysing, far so álíkavæl á val og legg seðil í kassan við “Nei”.”

Og tað var júst tað sum hendi: Úrslitið bleiv rættiliga javnt, og á nógvum atkvøðuseðlum stóð ikki ein krossur, men eitt “nei”. Løgtingsval bleiv útskrivað, har flokkarnir sum vóru ímóti loysing vunnu. Síðani vóru samráðingar sum endaðu við, at vit fingu heimastýrislógina.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta