Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunnilsgjaldið eigur at endurskoðast

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  15.09.2025 - 14:55 Politikkur Tíðindaskriv

Ferðslan í Eysturoyartunnulinum er vaksin nógv seinastu árini. Tað vísir, at hendan stóra samferðsluverkætlanin ikki bara hevur verið eitt stórt íløguátak, men eisini hevur givið veruligan ágóða fyri borgarar og vinnu kring landið. Tunlarnir hava stytt um frástøðuna, gjørt tað lættari at arbeiða og búgva á ymsum støðum, og hava styrkt bæði arbeiðsmarknaða og trivna.


 
 
Men hóast vit øll síggja týdningin, so er tað kortini prísurin fyri at koyra, ið ger, at nógv fólk dagliga mugu rokna eftir, um teirra ferðing skal kosta so nógv.

Tað er her, at vit eiga at steðga á og spyrja: Er prísurin í dag tann rætti, ella skuldu vit hugt eftir eini lækking?

Altjóða kanningar vísa, at prísurin hevur beinleiðis ávirkan á ferðsluna. Tá gjaldið hækkar, minkar ferðslan. Tá gjaldið lækkar, veksur ferðslan. Hetta merkir, at hóast kostnaðurin fyri bilførarar verður lækkaður, so kann inntøkan hjá Tunnilsfelagnum framvegis vera áleið tann sama – tí fleiri velja at koyra ígjøgnum tunnilin.

Metingar vísa eisini, at landskassin í 2025 kanska als ikki verður noyddur at gjalda nakað í veðhaldi. Tað vil siga, at um ferðslan heldur fram at vaksa sum nú, so stendur Tunnilsfelagið fíggjarliga sterkt.

Og tað reisir sjálvsagt spurningin: Um felagið fær avlop, eigur prísurin tá ikki at lækka?

 

Tí havi eg sett løgmanni nakrar greiðar spurningar:

  • Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?
  • Tá felagið hevur avlop, verður kostnaðurin tá settur niður, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at prísurin skal lækka?
  • Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?

 

Hetta eru ikki bara tekniskir fíggjarligir spurningar. Hetta snýr seg um, hvussu vit brúka okkara felags infrastruktur og hvussu vit tryggja, at hesar stóru íløgur koma øllum føroyingum til størstan frama.

Eg eri sannførdur um, at tíðin nú er komin at endurskoða tunnilsgjaldið – bæði av fíggjarligum og samfelagsligum orsøkum. Vit kunnu fáa somu inntøku, størri ferðslu, og samstundis gera tað lættari og bíligari hjá øllum at brúka hesar týdningarmiklu tunlar.

 

Jaspur Langgaard
Løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár