Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksvík
Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í heyst kendan enskan skemtileik til heiðurs fyri undangongukvinnu innan sjónleik
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin "Friður á pallinum!", sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.
Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off", varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982. Leikurin fekk sera góð ummæli, og fólk streymaðu til sýningarnar, sum koyrdu uttan íhald í fimm ár. Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir – eitt nú í Bretlandi og í USA.
Tað ber illa til at tosa um sjónleik í Klaksvík og í Føroyum uttan at nevna Adelborg Linklett, sum var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum. Hon fór fyri góðum ári síðani. Leikararnir í Klaksvíkar sjónleikarafelaga tosaðu ofta um, at framføra leikin "Noises Off", og nú leikurin verður settur upp í Klaksvík, verður tað gjørt til heiðurs fyri Adelborg, sum hevði so stóran týdning fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Leikurin “Friður á pallinum!” verður sýndur í Varpinum í Klaksvík, og hetta er fyrstu ferð, at stórur sjónleikur verður settur upp har. Adelborg Linklett loysti fyrsta flagið, tá ið stásiliga mentanarhúsið skuldi byggjast, og tí gongur alt upp í hægri eind, nú skemtileikur verður sýndur har til heiðurs fyri Adelborg.
Níggju leikarar eru við í "Friður á pallinum!", og hesi eru bæði eldri og yngri leikarar við royndum – eisini saman við Adelborg Linklett. Fimm menn og fýra kvinnur eru í leikinum, og tey, sum fara at spæla, eru: Karl Sofus í Heimistovu, Karl Marius Poulsen, Hans Hjalti Skaale, Jan Gardar, Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jancy Kalsø og Eliana Svøðstein.
Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt.
Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø ger pallmyndina og Nikolaj Falck, sum er giftur ommudóttir Adelborg Linklett, verður pallsmiður. Samstarv er gjørt við Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, og teirra vegna fer Sjúrður Sólstein, leiðari á timburdeildini, at leggja næmingum lag á.
Leikurin gongur fyri seg í nútíðini, har sjónleikabólkurin spælir ein sjónleik, sum gongur fyri seg fyri umleið øld síðani. Hetta krevur góðar búnar og leiklutir.
Venjingarnar til "Friður á pallinum!" byrjaðu um miðjan august, og venjingarnar hava gingið væl. Leikurin er krejvandi, og krevur sannførandi spæl og góðan neyvleika. Spælt verður frammanfyri og aftanfyri pallin, og tað setur stór krøv til pallmyndina, sum skal kunna snarast runt.
"Friður á pallinum!" verður frumsýndur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 24. Oktober 2025.