Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjúklingar rættarleysir - Duldu skráirnar - Seinføra danska Heilsumálaráðið

SKRIVAÐ: Andrass Skaalum  |  19.09.2025 - 09:32 Lesarabrøv Politikkur

Danskar lógir á økinum eru sett í gildi fyri Føroyar við Kongligari Fyriskipan. Hesi viðurskifti eru tí eisini avgerandi fyri okkum í Føroyum.

 

 

 

 

 

Duldu skráirnar (rættarloysi)

 

Tá talan er um langtíðar sjúku, eru sjúklingaskráir tíðum rúgvismiklar og fløktar at lesa.

Uttan at vera kunnaðir, fáa sjúklingar tíðum bert atgongd til ein part av skráseta tilfarinum um seg.

 

Heilsustarvsfólk, innløgd sum sjúklingar, kunnu síggja duldu skrásetingina og spyrja inn til tey saknaðu skjølini.
Vanligir sjúklingar eru haraftur ímóti máttleysir og noyðast kanska at stríðast ímóti loyndum notatum, kanningum og slíkum, tey ikki eru kunnað um.

 

Hetta ger í nógvum førum sjúklingar rættarleysar.

Legg so afturat hesum, at tað tíverri bert eru heilt fáir – og rættiliga dýrir – heilsu løgfrøðingar.

Tað er sera trupult hjá vanliga sjúklinginum at fáa hjálp, um tvídráttur stingur seg upp.

 

Vantandi talið av óheftari løgfrøðingahjálp, hongur saman við lítlu endurgjøldunum sum sjúklingar í Danmark kunnu fáa.

Tað loysir seg sjáldan at kæra við løgfrøðiligari hjálp.

Hetta er so við til at gera sjúklingar enn meira rættarleysar.

 

 

Seinføri í Heilsumálaráðnum

 

Danska landsstýriskvinnuni í heilsumálum svar soleiðis uppá fyrispurning ( S 243 í 2019).

 

"Hjálagt er notatið Løgfrøðilig meting av møguligum modellum at strika og/ella steingja skeivar

upplýsingar, sum professarin, Dr.jur., Mette Hartlev hevur gjørt.

Í samstarvi við Styrelsen for Patientsikkerhed hyggi eg eftir møguligum tillagingum av modellunum, sum eru gjørdar við støði í notatinum.

Eg fari sjálvandi at bjóða framløgufólkunum í heilsumálum fyri flokkarnar á danska fólkatinginum, til eitt nærri orðaskifti, tá arbeiðið er liðugt." - Hetta var so svarið frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum í 2019.

 

Hóast nógvar áminningar til ráðið, eitt nú tann 25. februar 2023, 11. mars 2023, 16. mars 2023.

2023, 17. mai 2023, 13. juni 2023, 29. juni 2023 og 27. juli 2023, hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvat er hent og um nakað er hent í hesum málinum yvirhøvur.

Í einum av nýggjastu svarunum stendur, at "Innlendis- og heilsumálaráðið kann upplýsa, at málið enn verður fyrireikað í ráðnum. Møguligir modell verða væntandi løgd fram á fundi millum framløgufólk".

 

Fundur við Styrelsen for Patientsikkerhed og Heilsumálaráðið 14. september 2023 vísti, at okkurt hendir í málinum, men enn ber ikki til at fáa dagfestingar fyri komandi átøk.

 

Málið er ikki gloymt av Sjúklingafelagnum, og vit vóna, at Fólkatingið letur hetta álvarsama málið uppaftur.

Nógvir sjúklingar eru í trongstøgu við galdandi reglum.

 

19.09.025

Andrass Skaalum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni