Veðrið í vikuni
Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer ættin at liggja millum útsynning og landsynning. Kuldin, sum kom í gjár og gav okkum okkurt kavaælið, fer tí burtur, og nakað væl lýggjari luft fer at reka ímóti Føroyum.
Eitt hátrýst hevur lagt seg yvir oyggjarnar vestaneftir. Tað er farið eysturum týsdagin, og eftir tað leggur hann seg við lágætt restina av vikuni og kanska eitt sindur meiri enn tað.
Besta veðrið í vikuni er seinnapartin í morgin – mánadagin – og fram ímóti middegi týsdagin. Tá fara lágtrýst at trýsta seg ímóti okkum vestaneftir, og vindurin fer tí at veksa sunnaneftir. Hann fer at vera frískur ella meiri enn tað frá seinnapartinum týsdagin og vikuna út.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Fyrrapartin frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á dagin minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og so slítur í. Út á náttina minkar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin 5 til 11 stig.
Týsdagin:
Lítil vindur allan dagin, bert eitt lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta, kanska tám ella mjørki í støðum, mest vestanfyri. Um náttina frísk lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin:
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Fríggjadagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og stundum regn. Hitin 10 til 14 stig.