Lýsing
Lýsing
Lýsing
Joan Eilin Jóhansdóttir saman dótturini, Sólju Ernstsdóttir, við prógvinum upp á, at í august mánað var Sólja besti spælari í Betrideildini | Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Sólja hevur skotið KÍ til sigurs

SKRIVAÐ: FSF  |  23.09.2025 - 08:19 Ítrottur Tíðindi

Fýra avgerandi mál í august, fult stigatal í endaspælinum og oddalið í Betrideildini hjá kvinnum. Jú, tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Sólju Ernstsdóttir og hinum KÍ kvinnunum seinastu tíðina.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men vit hava eisini spælt nakrar góðar dystir í endaspælinum, ið allir eru koppaðir okkara veg. Nú ræður um at gera arbeiðið ordiliga liðugt og vinna FM.

Tað sigur Sólja Ernstsdóttir úr KÍ, sum sunnudagin var kosin til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í august mánað.

Nú tvey umfør eru eftir av landskappingini, eru klaksvíkskvinnur fremstar við 55 stigum, trý stig framman fyri NSÍ. Og sum landið liggur í løtuni, hava tær kongabláu eisini møguleikan at røkka greipuni, tí komandi leygardag skulu tær spæla steypafinalu ímóti HB.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri august, hevði Sólja Ernstsdóttir fingið flestar atkvøður. Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Brá Zakariasardóttir úr NSÍ og Fridrikka Clementsen úr HB.

Áðrenn dystin á Djúpumýru sunnudagin millum KÍ og HB, var tað mamma Sólju, Joan Eilin Jóhansdóttir, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…