Lýsing
Lýsing
Lýsing

Abort.fo: Lóggávan skal loyva fría abort til og við 18. viku — sum minimum!

SKRIVAÐ: Frælsisfylking Anarkistanna  |  23.09.2025 - 16:31 Politikkur Tíðindaskriv

Vit krevja eina tíðarhóskandi abortlóggávu nú!

Eitt fleirtal av føroyingum stuðla í dag eina dagførðing av
abortlóggávuni, so at frí abort verður loyvd til og við 12. viku. Hettar
vísur ein kanning frá Spyr.fo, ið kom út fyrr í septembur, og sama dag
almannakunngjørdu løgtingslimir at broytingar uppskotið ið fall í 2024
verður sett framm aftur. Kanningin hjá Spyr.fo vísur at 57% av
føroyingum í dag stuðla eina slíka dagførðing.


Slíkar dagførðingar fóru fram 50 ár síðani í norðurlensku grannalondum
okkara. Men í dag er ongin av hesum lóggávum enn galdandi. Tær eru
heilsufrøðiliga avoldaðar. Fyrr í ár blivu tær seinastu avtiknar tá ið
markið fyri fría abort í Norra og Danmark bleiv flutt upp til 18. viku,
hettar kom eftur at heilsumynduleikanir í londunum greidu frá at einki
heilsufrøðiligt grundarlag er fyri at varveita 12. viku markið. Abort er
í øllum okkara nábúgvalondum trygg heilt upp til triðasemestur, tað vil
siga millum 22-24. viku. Av somu orsøk flutti Ísland longu í 2019 sítt
mark til 22. viku, og er í dag eitt av Evropeisku framgongulondinum
saman við Niðurlondini og Bretlandi ið hava sett markið til 24. viku.


Tøl úr Danmark vísa, at eftir bert eitt ár við heilsufrøðiligum
kunningarátøkum, grundað á tilmæli frá WHO og átøk hjá felagsskapum sum
Sex og Samfund, vaks almenni stuðulin til at flyta markið til 18 vikur
úr 13% í 2022 upp í 47% í 2023.


Í Abort.fo er tað okkara sannførðing at abort er púra vanlig heilsurøkt,
ikki ein politiskur spurningur. Nú lóggávan skal dagførðast mugu vit sum
samfelag tí lurta eftur heilsufrøðini og hvat heilsumyndugleikarnar í
londunum kring okkum siga, og serliga hvat Altjóða Heilsustovnurin (WHO)
viðmælir. Í viðmælunum hjá WHO ið blivu dagførd í 2022, er viðmæli til
øll lond at avtaka viku avmarkingar á fría abort.


Í grundskjal okkara "Ein tíðarhóskandi abortlóggáva", viðmæla vit at
allar dagførðingarnar av føroysku abortlóggávuni mugu samsvara við
viðmælini hjá WHO. Umframt heita vit øll á at stríðast fyri eina
fullfíggjaða avtøku av abort markinum í Føroyum, at seta í verk
kunningarátøk ið grunda á viðmælunum hjá WHO og at virka fyri at
framtíðar abort lóggávur í minstalagi loyva abort fram til 18. viku,
samsvarandi við lægsta marki millum grannalond okkara.


Vit krevja eina tíðarhóskandi abortlóggávu nú!
Frí abort til 18. viku! Sum minimum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…