Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk ryssa vitjar skúlan á Giljanesi á rennidegnum

SKRIVAÐ: Felagið Føroysk Ross  |  23.09.2025 - 16:34 Myndarøð Tíðindaskriv

23. september 2025 var rennidagur í skúlanum á Giljanesi. Hendan sama dag var Cécile Zahorka og tók myndir av Føroyskum Rossum og fekk loyvi frá leiðsluni í skúlanum at taka myndir saman við børnunum.

 

 


Hetta bleiv ein serligur rennidagur fyri børnini í skúlanum á Giljanesi. Føroyska ryssan Logn, sum er 14 ára gomul, hevur tvey fyl og gongur við tí triðja, helt dagin saman við børnunum, ikki bara uttanfyri, men eisini inni í skúlanum. Fitt, rólig og tolin trein Long inn í skúlan, har allir næmingarnir sótu púra friðarligir í trappunum og bíðaðu. Ross og børn høvdu eina serliga og heldur óvanliga løtu saman, har báðir partar vóru forvitnir, men eisini vístu hvørjum øðrum virðing.


Seinni var Logn tikið útum, har hon varð umgird av børnunum, sum øll fingu møguleika at kela henni, og leggja sínar smáu hendur á hennar mjúka skinn. Eitt hav av børnum og smáum hondum rundan um eina føroyska ryssu. Hendan dagin lærdu tey ikki bara um ross, men eisini um ein part av teirra egna fedranna arvi, tá tey hittu eitt livandi umboð fyri føroyska uppruna rossið. Eitt ross, sum hevur djúpar røtur í okkara og teirra egnu søgu og landbúnaði.


Logn stóð púra still millum tey øll og var góð fyrimynd fyri blíða, natúrliga lyndi hjá Føroyska Rossinum. Hennara nærvera minti øll á, hvussu fast djór knýta okkum til okkara siðvenju, søgu og samleika. Aftan á vitjanina fór Logn aftur út á beiti, ikki bara berandi komandi fylið, men eisini við minninum um ein skúladag, har hon var við at byggja brúgv millum ættarlið.


Myndir: Cécile Zahorka

Lýsing
Seinastu tíðindini
Edva Jacobsen farin úr Sambands­flokkinum
Áron Exit: Norðoya Sambands­felag um fost…
Samandráttur av Veðurlags­deg­num 2025
26.401 orsøkir til at dagføra fosturtøku…
Granskingarstuðul latin fyri 3 milliónir…
Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søg…
Føroysk ryssa vitjar skúlan á Giljanesi…
Heyst­konsertin 2025
Abort.fo: Lóggávan skal loyva fría abort…
Hagtøl á Kalsoyar­leiðin jan-aug 2025
"Komið øll við" aftur í næstu viku
Kvettroynd í Løgtinginum
Verður arbeitt við dintlinum fyri ?
Nú fáa vit fleiri túrar við 401
60+ kvøldini byrja aftur í Tronganum
Andras Joensen 80 ár
Nú skal seinasti brikkurin leggjast
At loysa snýr seg ikki um at slíta, men…
Sólja hevur skotið KÍ til sigurs
Telvingin byrjar aftur!