Lýsing
Lýsing
Lýsing

26.401 orsøkir til at dagføra fosturtøkulógina

SKRIVAÐ: Liljan Weihe, tingkvinna  |  23.09.2025 - 16:47 Politikkur Tíðindaskriv

Tað eru sera sterkar meiningar um abort. Argumentini kunnu vera biologisk, ideologisk og í summum førum eisini átrúnaðarlig.

 

Oftast botnar ósemjan í, hvat útgangsstøðið er fyri argumentatiónini. Er tað kvinnan, sum ber fostrið? Ella er tað fostrið, sum kvinnan ber?

Hetta er óloysiligi knúturin. Og tað ber ikki til at gerast samd.

Mítt útgangsstøði er kvinnan. Og tær eru eisini orsøkin til mína støðu í hesum eyma máli. Kvinnurnar í Føroyum. 26.401 kvinnur. 26.401 orsøkir. Legg so allar tær afturat, sum búgva uttanlands og allar tær, sum leggjast afturat í komandi ættarliðum.

 

Javnstøðumál

Fyri meg er spurningurin um abort, ein spurningur um javnstøðu. Tað er til eina og hvørja tíð kvinnan, sum hevur avgerðarrættin yvir egnum kroppi – og egnum lívi!

Tí fegnist eg um, at lógaruppskotið um fosturtøku verður lagt fram aftur, so vit kunnu tryggja føroysku kvinnuni hesi rættindi. Politiska samansetingin í Løgtinginum er broytt – og eg kenni tað sum okkara skyldu, at fáa uppskotið samtykt, nú møguleikin er til staðar.

Vit mugu staðfesta við lóg, at vit, kvinnurnar, koma at ráða yvir egnum kroppi. At vit sjálvar gera av, hvørt vit vilja taka abort ella ikki.

 

Rættindi heldur enn náði

Í Føroyum mugu kvinnur í løtuni biðja um náði hjá einum lækna, um tær ynskja abort. Tað er órímiligt og óvirðiligt bæði hjá kvinnunum og læknunum.

Avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni og ongum øðrum – og vit eru altso fullvæl førar fyri at taka hesa avgerð sjálvar!

Eg virði tí sjálvsagt rættin hjá kvinnum ikki at velja abort, men eg hvørki angri, skammist av ella havi sálarkvøl yvir, at eg sjálv havi tikið abort.

 

Liljan Weihe,

Tingkvinna, Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Edva Jacobsen farin úr Sambands­flokkinum
Áron Exit: Norðoya Sambands­felag um fost…
Samandráttur av Veðurlags­deg­num 2025
26.401 orsøkir til at dagføra fosturtøku…
Granskingarstuðul latin fyri 3 milliónir…
Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søg…
Føroysk ryssa vitjar skúlan á Giljanesi…
Heyst­konsertin 2025
Abort.fo: Lóggávan skal loyva fría abort…
Hagtøl á Kalsoyar­leiðin jan-aug 2025
"Komið øll við" aftur í næstu viku
Kvettroynd í Løgtinginum
Verður arbeitt við dintlinum fyri ?
Nú fáa vit fleiri túrar við 401
60+ kvøldini byrja aftur í Tronganum
Andras Joensen 80 ár
Nú skal seinasti brikkurin leggjast
At loysa snýr seg ikki um at slíta, men…
Sólja hevur skotið KÍ til sigurs
Telvingin byrjar aftur!