Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2025

SKRIVAÐ: us.fo  |  23.09.2025 - 16:49 Tíðindaskriv

Yvirskipaði spurningurin, sum var á breddanum á Veðurlagsdegnum tann 18. mars 2025 í Kongshøll, var: hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar í Føroyum?  

 

Høvuðsendamálið við árliga Veðurlagsdegnum er at varpa ljós á vitan og dátur, sum eru um veðurlag og serliga um veðurlagsbroytingar í Føroyum.  

Í ár varð serligur dentur lagdur á at umrøða altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – fyri veðurlagsbroytingar, júst tí hesir eisini kunnu brúkast til at vísa, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær.  

Við útgangsstøði í áðurnevndu altjóða ávísum, løgdu føroysk fakfólk fram tøl og vitan og hugleiddu um, hvussu vit her á landi handfara veðurlagsbroytingar.  

Eitt ítøkiligt úrslit frá degnum eru 10 tilmæli, sum eru at finna í Samandráttinum frá degnum, har samanumtøkur eru frá øllum framløgunum. Her eru trý av tilmælunum: 

  1. Hildið verður á at gera veðurmátingar, sum liva upp til krøvini hjá World Meteorological Organization. 
  2. Mælt verður til at víðka innsavningina av dátum um havsúrgan. Landgrunnurin eigur at kannast. Nýggjari tøkni eigur at verða fingin til vega. 
  3. Stovnar, sum umsita dátur um lívfrøðiliga fjølbroytni í Føroyum eiga at samstarva um at gera reyðlista og rokna út reyðlistavísital. 
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…