Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví FRÍ fosturtøka?

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  24.09.2025 - 09:26 Politikkur Tíðindaskriv

Persónliga eri eg ikki fyri fosturtøku. Og eg haldi tað vera rættiliga ógvusligt at lóggeva so radikalt í annað borðið, tá polariseringin um hetta mál er so ógvuslig, og ímeðan talið í báðum geirunum er so javnt, sum tað hugsandi enn er

 

Viðgongutíðin verður vanliga býtt upp í trý trimestur: Fyrsta trimestur fevnir um teir fyrstu tríggju mánaðirnar, næsta trimestur um teir tríggjar miðjumánaðirnar og seinasta trimestur um teir tríggju seinastu mánaðirnar

Tað er ikki ókent fyribrigdi, at kvinnan í burðardyggum aldri er nógv merkt av tí hormunellu ringrásini, sum ger hana føra fyri at fáa børn. Hvussu hvør kvinna megnar hesa ringrásina, er líka so ymiskt, sum kvinnur annars eru ymiskar.

Sum kvinna kann eg skriva undir uppá, at eg nærum hvønn mánaða ikki kenni meg sjálva aftur onkra løtu, hóast hormonella ringrásin neyvan er so ymisk frá einum mánaði til annan. Tað er heldur ikki óvanligt at hoyra, at ein kvinna ikki vil hava p-pillara, tí hon heldur hetta broyta sinnalagið. Hormonir hava altso eina týðandi ávirkan á sinnalagið.

 

Hormunella ávirkanin í fyrsta trimesteri

Eg eri ósamd við Katrini Kallsberg, tá hon sigur, at kvinnan kennir seg sjálva best, tá talan er um forsturtøku. Katrin Kallsberg man vita betri enn nakar, at tá kvinnan verður við barn, fer ein sterk hormunell framleiðsla fram í kroppinum, og at størsta økingin í hesi framleiðslu sker í fyrsta trismestri.

Hesar hormunellu broytingarnar ávirka kvinnuna sanniliga eisini sálarliga. HCG, Progesteron og Østrogen elva til økt kensluligt viðkvæmi, humørsvingningar, irritatión, økta orku, øktan tørv á svøvni, tyngri lyndi, dirvi, óró, fjáltur, gleði og angist. Hetta er ein sterkt blandaður cocktail av hormonum, sum koyrir kvinnuna ígjøgnum alt tað kensluliga registari. Her er als ikki talan um at kenna seg sjálva – men meiri um at gerast fremmand fyri sær sjálvari.

Aftur her er umráðandi at nevna, at allar kvinnur ávirkast ikki líka og tí er tað eisini sera ymiskt, hvussu vit megna hesar hormunellu broytingar. Nakrar ávirkast ógvusliga og aðrar merkja lítið og einki til nakað, meðan tær flestu helst liggja onkustaðni har ímillum.

 

Ein ógvuslig avgerð

Eg loyvi mær at hugsa, at hóast ein kvinna er fyri fríari fosturtøku, so er hetta ein ógvuslig avgerð hjá henni at taka. Og tí undrist eg á, hví mann vil gera eina lóg, sum viðførir, at ein so ógvuslig avgerð skal takast í júst tí tíðarskeiðinum í lívinum, har ein kvinna er allarmest ávirkað og forstýrað av hormunellum broytingum í kroppinum.

 

Sterilisatión í samanbering

Um eg vil steriliserast, soleiðis at eg ikki longur kann fáa børn, so krevur tað, at eg skal søkja um hetta og at ein sterilisatiónsnevnd skal taka støðu og annaðhvørt játta ella nokta.

Eri eg gift, so skal maður mín skriva undir uppá, at eisini hann vil játta mær sterilisatión. Og so ljóðar tað, at í praksis verður hetta oftast noktað, um so er, at kvinnan er undir 35 ár.

Hví skal ein kvinna ikki kunna taka hesa avgerðina frælst? Og veit hon ikki betri, enn læknin, um hon havur tørv á viðgerð fyri eitt nú ovurfiti? Ella um henni tørvar at skifta knæið? Nei, tá tað kemur til hesi og flest øll onnur læknalig viðurskifti, tosar eingin um, at vit ráða yvir egnum kroppi. Tað er ein læknalig meting.

 

Mín støða

Eg kann gott verða samd í, at ein kvinna má sjálv kunna avgera, um hon vil hava børn, ella ikki. Men at halda upp á, at ein kvinna altíð og einsamøll er før fyri at taka avgerð um fosturtøku í fyrsta trimestri, tað skilji eg slett ikki.

Og so serliga ikki, um talan er um fosturtøku, áðrenn hon hevur fingið børn. Tað fer hugsandi at viðføra tilburðir við skeivum avgerðum og sárari iðran.

Hví ikki í minsta lagi seta eitt trygdarnet inn, har tildømis ein sálarfrøðingur líka tryggjar, at ein avgerð um fosturtøku ikki verður tikin í eini hormunellari toku?

Persónliga eri eg ikki fyri fosturtøku. Og eg haldi tað vera rættiliga ógvusligt at lóggeva so radikalt í annað borðið, tá polariseringin um hetta mál er so ógvuslig, og ímeðan talið í báðum geirunum er so javnt, sum tað hugsandi enn er.

Mín spurningur til løgtingsfólk, sum í næstum enn einaferð skulu taka støðu til hetta málið, er tískil hesin:

 

Hví skal tað verða “FRÍTT”?

Mest sum eingin onnur viðgerð í okkara heilsuverki kemur undir hesa kategori. So hví skal ein so ógvuslig avgerð, sum fosturtøka, verða tað fyrsta, sum ein einstakur føroyingur bara skal kunna fáa “on demand”?

Hvat við at liberalisera lógina um sterilisatión fyrst?

 

Sylvia Thomsen

Sjúkrarøktarfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti EB í kvøld
Skulu fáa álopsspælið at rigga
Yvirlýsing frá Samhald 
Hví FRÍ fosturtøka?
Bárður missur Sambands­flokkin á gólvið
KOM VIÐ - KVINNUR­NAR SPÆLA STEYPAFINALU…
Dart: Kvinnur­nar taptu baðar dystirnar
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Áheitan frá Mercedis: Góðu starvs­felagar…
Dart: Mennirnir fingu góða byrjan
Myndarøð: Venjing í Norðoya­tunnilinum
Bláa Bylgjan skipar fyri ókeypis bussfer…
Edva: Komið at mørkum hjá mær persónliga
Norðoya­tunnilin er stongdur til kl. 21
Edva Jacobsen farin úr Sambands­flokkinum
Áron Exit: Norðoya Sambands­felag um fost…
Samandráttur av Veðurlags­deg­num 2025
26.401 orsøkir til at dagføra fosturtøku…
Granskingarstuðul latin fyri 3 milliónir…
Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søg…