Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøguleikar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.09.2025 - 17:30 Tíðindaskriv

LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: onnur á Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar eru settir á skrá í næstu viku.

 

 

Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.

Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til góðar.

 

Lýsing av bústaðarverkætlanunum

·      Hamarin á Argjum: Tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum. Íbúðirnar eru millum 105 og 120 brutto m² við ymiskum rúmmøguleikum. Harumframt verður eitt felagshøli til íbúgvarnar.

·      Við Sandin í Klaksvík: Ein bygningur í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041 m² býtt upp í íbúðir á 56 til 105 brutto m².

 

Kunnandi tiltøk

LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:

·      2. oktober kl. 18-19
Kunningarfundur um bygningin Við Sandin í Klaksvík verður í Varpinum. 

·      3. oktober kl. 18-19
Kunningarfundur um bygningin á Hamrinum á Argjum verður í Hotel Hilton í Havn.

Tilmelding krevst fyri at koma á kunningarfund. Hetta verður gjørt við at senda teldubræv til tilmelding@livfastogn.fo og viðmerkja antin ‘Klaksvík’ ella ‘Argir’.

Fleiri tíðindi verða at lesa á heimasíðuni www.livfastogn.fo í næstum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dart: Kvinnur­nar endaðu aftast í bólkinu…
Stjørnan vann á EB
KÍ kann vinna FM sunnudagin
Lands­stýris­kvinnan luttekur á ST-aðalfun…
Beinir Johannesen spyr um arbeiðið við f…
Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir…
Tíðin er komin at endurskoða leiðslubygn…
Eg tori heldur ikki at stuðla sambandsfl…
Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøgul…
Stjørnan tekur ímóti EB í kvøld
Skulu fáa álopsspælið at rigga
Yvirlýsing frá Samhald 
Hví FRÍ fosturtøka?
Bárður missur Sambands­flokkin á gólvið
KOM VIÐ - KVINNUR­NAR SPÆLA STEYPAFINALU…
Dart: Kvinnur­nar taptu baðar dystirnar
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Áheitan frá Mercedis: Góðu starvs­felagar…
Dart: Mennirnir fingu góða byrjan
Myndarøð: Venjing í Norðoya­tunnilinum