Stjørnan vann á EB
Tað gjørdist til ein rættiliga spenndandi og undirhaldandi dystur, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og EB brustu saman í KÍ-høllini í kvøld. Fyrstu løtuna skiftust liðini um at hava leiðsluna, men um miðjan fyrra hálvleik kom stígur í málskjótingina hjá Stjørnuni, og EB fekk næstu 10 min. økt um leiðsluna til 12-7, tað eydnaðist tó Stjørnuni at minka um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til EB.
Stjørnan fekk eina góðan byrjan uppá seinna hálvleik, fyrstu 7 min. skoraði Stjørnan 6 mál, meðan EB onki mál fekk, soleiðis at nú hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 3 mál, støðan var 16-13 til Stjørnuna, og rættiligur spenningur var í dystinum. Eftir hetta gekk tað javnt á, men tá samanumkom, dróg Stjørnan longra stráið og vann uppiborið dystin 25-22.
Um stjørnuliðið kann man siga, at tær stríddust væl gjøgnum allan dystin, og góðu ongantíð upp. Tað vísti seg at vera eitt gott trekk, stjørnuvenjarin Terje Mørk gjørdi, tá hann setti nýggja leikaran hjá Stjørnuni Ai Waagstein fram at verja, hetta vísti seg at órógva álopsspælið hjá EB nógv. Ai leikti ein góðan dyst og gjørdist eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum. Eisini nýggi málverjin hjá Stjørnuni Julie V. Christensen stóð væl í málinum.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Ai Waagstein 6, Jancy H. Poulsen 5, Joan Sørensen 4, Durita K. Ljósstein 4, Julia J. Lydersen 3, Ella L. Samson 2 og Iulia Nalviko 1