Lýsing
Lýsing
Lýsing
Morgunroði í morgun – myndin tikin uppi við Garð á Viðareiði. Petur Hans Dahl nevndi morgunroðan í morgunsendingini 9. oktober, og hann segði soleiðis – endurgivið orðarætt: Um sólin kemur reyð úr havi um morgunin, so kann mann eygleiða, hvussu tað gongur við roðanum út á dagin. Um roðin fer aftur í havið, er illveður, áðrenn dagurin er farin. Harafturímóti, um roðin fer upp á luftina og litar skýggini reyð, kann væntast við einum góðum degi. Hetta havi eg eygleitt fleiri ferðir, og tað passar sum oftast. Hetta veðurteknið helt væl hesaferð. Roðin fór aftur í havið. Tað var eitt sindur av vindi í morgun, og hann er nú vaksin upp í skrið. | Mynd: Turið Laksá

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.09.2025 - 17:27 Tíðindi Veðrið

Eitt sindur av vindi í dag, í nátt og fyrrapartin í morgin. Eftir tað fer hann at minka niður í eitt lítið lot. Eitt brúgvalag stendur og hóttir vestanfyri, og tað hevur hug at reka inn yvir vestaru oyggjarnar. Tað fer tað at gera onkra løtu í kvøld og í morgin. Eitt sindur óvist hvussu langt eystureftir tað fer at røkka.

Eitt máttmikið hátrýst stendur eystanfyri og heldur lágtrýstini burtur. Tey royna at leypa á, men mótið er júst um okkara leiðir.

Men nóg mikið um tað á hesum sinni, og vit fara beint til veðrið um vikuskiftið:

Nú á middegi er strúkur í vindi upp í skrið sunnaneftir, 13 til 18 m/s, høgt skýloft, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin er samdrigið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, enn samdrigið men ælaveður ella regn í vestara partinum av landinum. Hitin 10 til 13 stig.

Í morgin er frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn, fyrst vestanfyri. Seinnapartin støkkur hann vesturum og fer í útsynning, vindurin minkar niður um 5 m/s, loftið hálvskýggjað og sólglottar, men eisini regn í støðum. Um kvøldið slítur í. Um náttina lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 13 stig, men um náttina niður í 5 stig.

Sunnumorgunin er eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s. Hitin 8 til 11 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum