Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin sýnir jaktina Nr. X (konslarajaktina) í smálíki. Tjóðsavnið eigur modellið, sum Andreas Andreasen smíðaði o.u. 1954.

Jaktin Nr. X

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  26.09.2025 - 14:50 Tíðindi

Nr. X sigldi við farmi millum meginhandilin í Havn og úthandlar á bygd

 

Andreas Wilhelm Skibsted, danskur vinnulívsmaður og konsul, átti jaktina.

Tá ið Føroyar í 1856 fingu fríhandil, keypti Skibsted burtur av ognum einahandilsins, Bakkapakkhúsið og Munkastovuna, í Tinganesi og læt upp handil við úthandlum. Í Álakeri reisti hann pakkhús, konslarapakkhúsið, við atløgubrúgv og krana at lossa og ferma skipini.

Nr. X sigldi við farmi millum meginhandilin í Havn og úthandlar á bygd. Christian Djurhuus, Kristjan í Ólavsstovu, førdi konslarajaktina í mong ár. Aftan á hann hevði Eliesar Rubeksen, Essa hjá Rubekki, hana.

Áðrenn fríhandilin var veruleiki, hevði Skibsted skip á hákellingaveiði undir Føroyum og læt byggja hús í Álakeri til lýsibræðingar og goymslu. Tá ið stórgrindir løgdu beinini, keypti hann nógvar kúlur.

P.C. Johannesen, Petur í Mattalág, í Havn keypti jaktina, legði hana fyri teym á Skálafjørðinum, og har sakk hon ein dagin. Í 1911 lýsti hann seglini til sølu í Dimmalætting.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…