Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal sjúkrahúsverkið fáa ein yvirstjóra?

SKRIVAÐ: Jóhannes Miðskarð  |  27.09.2025 - 09:18 Lesarabrøv Politikkur

Framtíðin hjá sjúkrahúsverkinum krevur leiðslu, sum útinnir strategi, men sum samstundis er grundað í gerandisdegnum og fakligheitini hjá starvsfólkunum. Tað er henda javnvágin, vit mugu finna, um vit vilja hava eitt veruliga sterkt og haldbært sjúkrahúsverk

 

Jóhannes Miðskarð, PhD, eksternur lektari á CBS og konsulentur innan leiðslu og organisatiónsmenning

Í hesum døgum verður nógv kjakast um leiðsluna í føroyska sjúkrahúsverkinum. Árna Skaale frá Fólkaflokkinum hevur víst á, at tíðin er komin at endurskoða leiðslubygnaðin, og tað er ikki uttan grund. Sjúkrahúsverkið er ein av mest umráðandi stovnum í landinum, og tí er spurningurin um, hvussu vit skipa leiðsluna, bæði prinsipielt og praktiskt avgerandi.

Tað er lætt at síggja fyrimunirnar við at seta ein yvirstjóra. Ein slík skipan kann skapa greiðari kós, betri samanhang og skjótari avgerðir. Max Weber, sum er kendur fyri sína lýsing av bureaukratisku fyrisitingini, legði dent á, at greiðar ábyrgdarlinjur og leiðsluløg kunnu geva støðugleika og rættvísu. Henry Mintzberg hevur samstundis víst, at stórar og samansettar skipanir – sum eitt sjúkrahúsverk – hava brúk fyri einari felags stýring, ið tryggjar, at allar deildir draga í somu ætt.

Men vandarnir eru eisini stórir. Vit hava í Føroyum longu sæð, at tá stovnar verða lagdir saman, so veksur talið av leiðarum, og samlaða leiðslutímatalíð økist. Endamálið við samanleggingum í øðrum londum og í privatum fyritøkum er ofta hinvegin at talið av leiðarum og leiðslutímum skal minkast. Við størri leiðsluyvirbygnað skuldi tað gerast einfaldari, men í praksis hava vit sæð at tað  gjørdist ofta tvørturímóti meira tungligt. Weber ávaraði sjálvur um hesa hættisligu síðuna av bureaukratinum: at leiðsluskipanin kann vaksa út í tað óendaliga og gerast eitt sjálvstøðugt mál. Vit hava sæð hetta í praksis av almennum samanlagdum stovnum í Føroyum, har fleiri og fleiri leiðarar fara longur og longur burtur frá praksis í gerandisdegnum og teirra arbeiðið tykist alt ov abstrakt.

Edgar Schein, sum hevur lýst leiðslu og mentan, sigur, at leiðsla má hava rót í felags virðum og mentan í gerandisarbeiðinum, ella so verður hon fjarløgd og ópersónlig. Hetta er ein reellur vandi, um vit seta ein yvirstjóra, sum fer at sita ov høgt og longur ikki hevur beinleiðis samband við fakfólkini og starvsfólkini á gólvinum.

Eg haldi, at um vit seta ein yvirstjóra í sjúkrahúsverkinum, so má hetta ikki bara merkja eitt nýtt lag av leiðslu. Verandi sjúkrahússtjórar mugu tí lata eitt sindur av teirra uppgávum til nýggja yvirstjóran, men samstundis mugu verandi sjúkrahússtjórar fáa fleiri av teimum undirliggjandi uppgávunum frá nøkrum av teirra undirleiðarum. Og hesir undirleiðarar fara tí meira niður á gólvið at arbeiða. Soleiðis tryggja vit, at samlaða leiðslutímatalið ikki veksur, og at leiðslan ikki gerst ein elfenbentornsbygningur, har alt verður stýrt abstrakt ovast frá.

Eg eri tí ímóti at byggja meira og meira leiðslu upp, har avgerðir verða tiknar longur og longur burtur frá teimum, ið standa mitt í veruleikanum. Ein yvirstjóri kann hava síni fyrimunir, men bara um hann arbeiðir sum veruligur liðspælari og stuðul fyri verandi stjórar – ikki sum ein nýggjur toppstjóri, ið hevur abstrakta leiðslu.  

Framtíðin hjá sjúkrahúsverkinum krevur leiðslu, sum útinnir strategi, men sum samstundis er grundað í gerandisdegnum og fakligheitini hjá starvsfólkunum. Tað er henda javnvágin, vit mugu finna, um vit vilja hava eitt veruliga sterkt og haldbært sjúkrahúsverk.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar
Greiður sigur til Stjørnuna
Veðrið í vikuni
Minningarorð – Ein seinasta heilsan til…
- Skuldi halda skil á 11 teenagergentum