Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ manglaði hugflog í steypafinaluni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.09.2025 - 22:54 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevði nógv spæl, men skapti ov fáar stórar málmøguleikar, og so kundi HB fyri aðru ferð í ár fara av vøllinum við sigri á KÍ, og hesaferð gav tað eisini eitt steyp.

Bara eitt mál kom, og tað skoraði HB eftir hornasparksstøðu í fyrra hálvleiki. Tað sást skjótt, at hetta var ikki dagurin hjá fleiri av KÍ-leikarunum, tí nógv teknisk mistøk vóru og hugflogið hjá liðnum var sum heild lítið. Sum oftast endaði tað við longum bóltum, og tá innleggini komu, so stóð stinna HB-verjan sum oftast fyri. KÍ hevði nógv spæl, men tað var torført at koma til stórar málmøguleikar.

HB hevur givið KÍ dygga mótstøðu, tá liðið hevur verið fullmannað í ár og fyri aðru ferð í seks dystum eydnaðist at vinna og hesaferð gav tað HB fyrsta steypasigurin síðani 2019 og tann sjeynda í søguni.

Hjá sigursvanda KÍ-liðnum er ein steðgur komin í sigrarnar, tí hetta er fjórða kapping á rað, sum liðið ikki vinnur. Steypakappingin í 2023, FM í 2024, steypakappingin í 2024 og steypakappingin í 2025. KÍ hevur bestu kortini í hondunum til at vinna FM, har tvey umfør eru eftir, men steypafinalan staðfesti, at liðini í FM-bólkinum eru so mikið jøvn, at alt kann henda.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…