KÍ slapp við skrekkinum
Tað var at síggja til panikkur í stóran part av dystinum og einu løtuna í fyrra hálvleiki sá sera svart út, men KÍ kom afturíaftur og fekk eitt stig, sum er sera týdningarmikið.
Longu undan dystinum var greitt, at KÍ spældi uttan toppskjúttan Páll A. Klettskarð, ið als ikki var á dómaraseðlanum sum skilst vegna skaða. KÍ hevur ongantíð verið aftanfyri nakran landskappingardyst, men dysturin var ikki meir enn byrjaður, so hevði útleigaði Jóhan Josephsen skorað móti sínum egna felag. Løtu seinni var KÍ-verjan ikki nóg væl skipað, Gaston Tellechea feldi fríðan B68-leikara, og so var reytt kort. Uppá frísparkið skoraði Marjus Nón við skoti eftir jørð í nærmastu stong sum vísir, at múrurin antin var skeivt stillaður ella gjørdu leikararnir í honum ikki sína skyldu. Eitt topplið má undir ongum umstøðum lata eitt frísparksmál inn uppá handan mátan. Óansæð so vísti tað, at hetta var ein dagur, har fleiri KÍ-leikarar vóru heilt viðsíðuna av tí, sum teir vanliga eru. Beint áðrenn hálvleik fekk KÍ eina gávu frá B68, tá Fríði í Túni Petersen fekk beinleiðis reytt kort fyri at takla inná hælsinuna. 2-0 var hálvleiksstøðan.
KÍ reisti seg í seinna hálvleiki og Hallur Hansson skoraði eftir hornasparksstøðu og løtu seinni javnaði Filip Brattbakk. Men B68 kom afturíaftur og Jóhan Josephsen hótti við málinum fyri B68 at seta FM-heitið hjá barndómsfelagnum í vanda. Men síðsta málið átti Daniel Johansen í 86. minutti eftir hornasparksstøðu.
Tríggjar FM-bóltar
Undir vanligum umstøðum hevði ein javnleikur hjá einum toppliði móti einum botn 5 liði verið eitt sera vánaligt úrslit, men munurin á einum tapi og einum javnleiki er stórur í hesum føri. Við einum tapi kundi KÍ komið undir stórt trýst, um liðið aftur tapti móti kroysta 07 Vestur á útivølli, men við javnleiki kann KÍ sjálvt avgera FM 2025 longu komandi umfar, um tað eydnast at vinna í Sørvági leygarkvøldið (dysturin byrjar kl. 17.15), Og skuldi tað ikki eydnast, so kemur ein møguleiki aftur móti TB á heimavølli eftir landsliðssteðgin. KÍ ynskir uttan iva at avgera alt áðrenn 27. umfar í Runavík. Hóast KÍ spældi langt undir tað, sum ein vanliga sær, so kundi oddaliðið liva við javnleikinum, tá ein tekur allar umstøðurnar við, har B68 einu løtuna førdi 2-0 og spældi við einum leikara fleiri umframt, at B68 eisini kom á odda í seinna hálvleiki.