Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vendi hóttandi tapi til 3-2 sigur

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  29.09.2025 - 10:41 Ítrottur Tíðindi

Í Sørvági í gjár var Mjølnir aftanfyri 2-0 í settum ímóti SÍ, men vendi dystinum og vann 3-2.

 


SÍ – Mjølnir 2-3 (25-23, 25-19, 18-25, 19-25, 9-15)
Í Sørvági í gjár var Mjølnir aftanfyri 2-0 í settum ímóti SÍ, men vendi dystinum og vann 3-2.


Tað var eisini Mjølnir, sum legði betur fyri í fyrsta setti og var á odda 7-3 og 11-7, men við seks stigum á rað fór SÍ framum 13-11. Mjølnir fótaði sær tó aftur og legði seg á odda 22-17, tá stígur kom í, tí við sjey stigum upp í slag fór SÍ framumaftur 24-22, áðrenn settið varð vunnið 25-23.


Í øðrum setti var SÍ fyri tað mesta greitt á odda, tó at Mjølnir gjørdi ein vørr miðskeiðis í settinum og bardi seg upp á 15-16. Men tá samanum kom, vann SÍ kortini sannførandi 25-19.


Vónin hjá Mjølni birtist tó aftur, tá tær fóru frá 9-9 upp á 20-13 og vunnu triðja settið 25-18.


Fyrstu løtuna í fjórða setti var SÍ á odda við einum og tveimum, men tá Mjølnir javnaði til 10-10, fóru tær við sjeymílaferð upp á 20-13 og vunnu settið 25-19.


Í javnbrótaranum var SÍ bara frammanfyri einaferð – við støðuna 1-0. Eftir at SÍ hevði javnað til 5-5, dró Mjølnir frá og fór framum 8-5, áðrenn settið varð vunnið 15-9.

 


TB – KÍF 3-2 (20-25, 25-18, 25-23, 18-25, 17-15)
Eftir at hava vunnið annað og triðja sett, hevði TB kortini tríggjar dystarbóltar ímóti sær, tí KÍF hevði vunnið fyrsta og fjórða og hevði lagt seg á odda 14-11 í javnbrótaranum. TB hóraði tó undan og javnaði til 14-14, áðrenn settið varð vunnið 17-15 og dysturin 3-2.


Støðan var 11-11, tá ið KÍF vann fýra bóltar á rað og sleit seg leyst og vann fyrsta settið 25-20.


Eftir 6-6 í øðrum setti dró TB so líðandi frá og vann 25-18.


Gestirnir høvdu gott tak á triðja setti við støðuna 9-5, men TB javnaði til 10-10 og fór framum 12-10. Javnt var aftur við støðurnar 12-12 og 18-18, tá ið TB fór avgerandi bóltarnar framum og vann 25-23.


Í fjórða setti var KÍF á odda frá byrjan til enda og vann 25-18.


Og so var tað í javnbrótaranum, at KÍF vann sær tríggjar dystarbóltar, sum tó ikki vórðu gagnnýttir, og tí vann TB dystin 3-2 og fekk tvey stig og KÍF bara eitt.

 


Dráttur – Fleyr 0-3 (16-25, 13-25, 19-25)
Leygardagin legði Fleyr seg einsamalt á odda í Hotel Djurhuus-deildini vit løttum sigri á Drátti, sum tó var væl við í dystinum í løtum.


Í fyrsta setti fylgdi Dráttur við til 12-12, áðrenn Fleyr sleit seg leyst, og í øðrum setti var støðan 10-10, áðrenn tað fór at halta hjá Drátti, og Fleyr vann 10 stig upp í slag og síðani settið 25-13.


Í triðja setti sá Fleyr út til, mest sum at hava tryggjað sær settið, tá ið støðan gjørdist 18-10, men við at vinna níggju av teimum næstu 10 stigunum javnaði Dráttur til 19-19. Tá setti Fleyr tó propp í og vann næstu seks bóltarnar og settið 25-19.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…