Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøkini
Nes kommuna gjørdi í seinastu viku avtalu við Falkon um at byggibúgva 8 sethúsagrundøki við nýggja partin av Høganesvegnum, sum Falkon júst hevur longt við 180 metrum.
Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.
Talan er um fýra grundøki, sum eru ætlaði til sethús í tveimum hæddum, meðan fýra eru til sethús við einari hædd. Tey koma at liggja væl í lendinum við frálíkum útsýni.
Grundøkini verða eftir ætlan liðug tíðliga komandi vár, men verða boðin til sølu – eftir nærri kunning – seinni í heyst.
Grótið til longda Høganesvegin er fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Grótið til sethúsagrundøkini verður eisini tikið haðani, so tað er stutt at flyta.
Oman fyri vegin verður so eitt 3-4000 fermetrar stórt grundøki, sum komandi vár fer at verða boðið út til íbúðarbygging.
Hendan samlaða verkætlanin við Høganesvegin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.
Seinastu árini eru fleiri nýggj sethús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH eisini bygt seks randarhús við Høganesvegin.