Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya fyrsta Brekumboð sett

SKRIVAÐ: Almanna- og mentamálaráðið  |  29.09.2025 - 15:27 Tíðindaskriv

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sett Eilif Magnusson Arge í starv sum Brekumboð.

 

Eilif Magnusson Arge er 34 ár, giftur, eigur tvey børn og er upprunaliga úr Klaksvík, og býr í Hoyvík. Hann hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsu (cand.scient.san.publ) og bachelor í sálarfrøði. Hann hevur fleiri ára royndir í donsku miðfyrisitingini, har hann hevur starvast sum fulltrúi í Ankestyrelsen í 3,5 ár og spesialkonsulentur í Social- og Boligministeriet í 1,5 ár, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroyar summarið 2025. Í lestrartíðini hevur hann arbeitt sum summarfrítíðaravloysari á bústovni undir Almannaverkinum. Hann byrjar í starvinum 1. oktober 2025.

Eg eri sera glaður fyri, at Føroya fyrsta Brekumboð nú er sett. Eg vil ynskja Eilif Magnusson Arge hjartaliga til lukku við starvinum og uppgávuni, sum byrjar við at byggja Brekumboðið upp. Eg fari við áhuga at fylgja hesum arbeiðinum, sum hann skal standa á odda fyri og mynda í samstarvi við ráðgevandi nevndina fyri Brekumboðið.”sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívikor hjá fólki, ið bera brek. Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek gerst týðilig í almenna rúminum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…