Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sigarettir gerast dýrari, súrepli standa í stað og epli gerast bíligari í fíggjarlógaruppskotinum hjá Ruth Vang, ið legði tað fram fyrrapartin. | Mynd: Egin mynd.

Roykjarar skulu minka um hallið hjá samgonguni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2025 - 14:58 Politikkur Tíðindi

Eisini fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 vísir stórt hall. Í fyrstu atløgu skal tað almenna brúka 173 milliónir meira, enn hvat kemur inn. Men hetta undirskotið verður ikki tað endaliga, sigur Ruth Vang, tí ætlanin er eisini at innføra býlisstuðul seinni, og fer hetta at vaksa um útreiðslurnar. Millum átøkini, sum skulu minka um hallið, er at hækka kostnaðin á snúsi og sigarettum. Hetta verður at síggja til gjørt fyri at avtaka MVG av blæum, grønmeti og eplum.

Ætlanin er at hækkka kostnaðin á snúsi við 20 krónum fyri dósina, og at gera sigarettir 6 krónur dýrari pr. pakka.

Meðan tað gerst dýrari at nýta tubbaksvørur, gerst tað bíligari hjá barnafamiljum, serliga um tær hava heilt smá børn og eta grønmeti. Í framløguni hjá Ruth Vang var eitt dømi við eini barnafamilju, har tað eru 3 børn í aldrunum 1, 5 og 8 ár. Tann familjan skal í 2026 hava 7.000 kr. meira at liva fyri, tí blæur, epli og grønmeti gerast bíligari, eins og at barnafrádrátturin hækkar við 4.000 kr./ár fyri hesi trý børnini (1.500 fyri børn 0-6 ár og 1.000 fyri børn 7-17 ár). Lesandi fáa eisini 1.000 kr. meira um mánaðin.

Samanumtikið tykist fíggjarlógaruppskotið ikki at vera so ambitiøst, sum mong høvdu vónað. Allir bati bøtir, men tey, sum høvdu væntað MVG-frítøku av gerandisvørur so sum t.d. mjólk ella frukt, verða skuffað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…