Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðoyggjar fáa ikki onki í íløgum í 2026, men raksturin tykist vera niðurtrimmaður í fíggjarlógaruppskotinum hjá Ruth Vang. | Mynd: Egin mynd.

Plenuklipparin rakar Norðoyggjar – men glottar eru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2025 - 15:46 Politikkur Tíðindi

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 er lagt fram, og Norðlýsið hevur hugt at, hvussu tað sær út fyri Norðoyggjar. Gjøgnumgangandi er tendensurin tann, at rakstrarjáttanirnar røkka bert økjast nóg mikið til lønarframskrivingar, og so eru nakrar skerjingar, ið raka stovnar í Norðoyggjum. Men góð tíðindi eru hinvegin til kalsoyingar og svínoyingar, eins og at tvær stórar íløgur verða gjørdar í Klaksvík, nevniliga til sjúkrahúsið og tekniska skúla.

Klaksvíkar Sjúkrahús fær 26 milliónir meira til løgur/bygning(ar), men sær í rakstrinum ikki út til at fáa fyri meira enn lønarframskrivingar. Játtanin er økt 555.000 vegna broytta fólkasamanseting, 435.000 vegna umhýsing av starvsfólkum og sjúklingum vegna umbygging, og 400.000 til raðfestningar at uppmanna læknaviðtalur, tá illgruni er um prostatakrabba, stendur. Men síðani stendur, at játtanin lækkar 600.000 vegna ”tillagingar í rakstrinum”, ið helst merkir, at plenuklipparin hevur verið nýttur.  

Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík, sum fekk 7 mió. fyrraárið og 3 mió. í fjør í íløgustuðli, fær onga stuðulsjáttan í 2026. Føroya Sjómannadagur fær tað sama, 100.000, Umsorganarheimið Gloria fær 80.000 meira, helst til lønarframskrivingar, meðan nýstovnaða Brekumboðið fær tvífaldað sína játtan; hon fer úr 1 mió. í 2025 upp í 2 mió. í 2026. Íverksetarahúsið í Klaksvík fær eisini óbroytta játtan, kr. 1.200.000, í 2026.  

Útbúgving

Tá tað kemur til útbúgvingarstovnar í Norðoyggjum, so fær Tekniski Skúli í Klaksvík 15 milliónir meira til løgur/bygningar, men missir í rakstri. Matvørubreytin fær 250.000 kr. meira til fult virksemi á kokkaútbúgvingini, meðan Tøknibreytin missir 800.000 krónur, tí ein flokkur færri verður á heysti í 2026. At síggja til fær Klaksvíkar HF-Skeið, sum tekur 1 flokk upp árliga, bert nóg mikið til lønarframskriving, umleið 100.000 krónur meira.

Hvat Húsarhaldsskúla Føroya viðvíkir, so stendur á s. 14 í uppskotinum, at Húsarhaldsskúlar fáa 5.668.000 kr. í stuðulsjáttan í 2026, og har er somuleiðis líkt til, at tað bert strekkir til lønarframskriving. Sjónám fær 200.000 minni komandi ár, tí farið verður undir at samskipa virksemið millum Vinnuháskúlan í Havn og Sjónám. Vinnuháskúlin fær í tí sambandinum eisini 800.000 kr. minni, kann leggjast afturat. Aftur her tykist plenuklipparin at vera nýttur.   

Útoyggjarnar fáa hinvegin meira

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 staðfestir, at nýggj Kalsoyarferja verður gjørd, og inntil tá røkir Teistin farleiðina. Pengar eru játtaðir til havnagerð í báðum endum, t.e. á Syðradali og í Klaksvík, so játtanin til samferðslu til og úr Kalsoynni veksur munandi. Roknað verður við 2 árum (frá 2026) til ferjan er klár. Stuðulin til infrakervið á útoyggjum, sum í Norðoyggjum fevna um Kalsoy, Fugloy og Svínoy, stendur hinvegin í stað – 700.000 krónur.

Eitt bátasavn skal gerast í Svínoy, og til tað eru 300.000 krónur aftur játtaðar í ár. Tað er felagið Bjarnafossur í Svínoy, ið stendur fyri verkætlanini. Eisini stendur, at eitt minni skip er projekterað og fyrireikað, ið skal røkja Svínoyar- og Fugloyarleiðina framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býarbussu­rin fer at koyra fleiri túrar
Bústaðir og býlisstuðul lata enn einafer…
Saman um krabbamein – landsinn­savning 26…
Plenuklippa­rin rakar Norð­oyggjar – men g…
Roykjarar skulu minka um hallið hjá samg…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
Mentan­ardagu­rin Heystglóð verður í Klaks…
Fíggjar­mála­ráðið ikki heilt vaknað?
Fíggjar­lógin 2026: Dentur lagdur á haldf…
Ljós í skúrunum
Fýra nýggir lærlingar hjá Kanjon
Fólka­tingið: Fartelefonin skal út úr fól…
Fosturtøka vegna sjúku, ættarbregði og t…
Hvussu stórar inntøkur fær lands­kassin a…
Hvat vilja føroyingar ?
Lions Suðuroy stuðlar Alzheimer­felagnum
Føroyar til EM í talvi
Prof. Christian Bartholdy     
KÍ hevur bara einaferð skorað fleiri mál
Føroyar varðveita somu kredittmeting