Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alment útboð - Ítróttahøll í Sørvági

SKRIVAÐ: Sørvágs kommuna  |  01.10.2025 - 17:09 Ítrottur Tíðindaskriv

Sørvágs Kommuna hevur myndað eina byggiskrá, sum skal seta sjøtil á at fáa nýggja ítróttahøll í Sørvági – eitt stórt og eftirspurt íløguverk, sum hevur verið ávegis í nógv ár. Hetta er eitt stórt stig fyri ítróttarlívið og trivnaðin í kommununi.

 

 

Sørvágs Ítróttarfelag hevur í nógv ár verið ímyndin av ítróttalívinum í Sørvágs kommunu. Skal felagið hava møguleika at halda fram við góðu gongdini, er neyðugt at betra um karmarnar. Nýggja høllin er tí avgerandi fyri, at virksemið hjá Sørvágs ítróttarfelag kann vaksa – og tað er við stórari gleði, at vit nú seta gongd á.

Høllin er tó ikki bert ætlað til flogbóltin. Við nýggju høllini vilja vit eisini leggja lunnar undir, at aðar innandura ítróttargreinar kunnu mennast.

Vegna Sørvágs Kommunu verður í boðið at geva tilboð uppá Ítróttahøllina í Sørvági. Talan er um heildararbeiðstøku við almennum útboði.

Arbeiðið fevnir um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll í Sørvági við øllum hentleikum og rúmum, ið skulu til fyri, at ein høll skal kunna brúkast. Fyrsti partur av høllini, sum skal byggjast, er sjálvur bygningurin. Eftir hetta er ætlanin at gera uttanumøki og parkeringsøki.

Fyritøkur, ið eru áhugaðar, kunnu senda teldupost til bt@sjotil.fo og upplýsa skrásetingarnummar. Heitið á teldupostinum skal vera “Ítróttarhøllin í Sørvági - Útbjóðingartilfar”.

Sørvágs kommuna vónar, at hetta arbeiðið verður til stóra gleði og gagns fyri borgararnar í kommununi, og at nýggja ítróttahøllin verður ein karmur, sum bæði styrkir ítróttin, mentanina og felagsskapin í bygdini – nú og í mong ár fram.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…