Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pástandir um fosturtøku í Løgtinginum

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  01.10.2025 - 17:12 Politikkur Tíðindaskriv

Fólk hava ymiskar meiningar og tað skal sjálvandi vera loyvi til. Men í gjár kom fleiri politikkarar og enn tá landsstýrismaðurin við lygnum. At brúka óundirbygdir pástandir at viðgera slík mál er alt annað enn villleiðandi.

 


Løgtingið viðgjørdi nýggja fosturtøkulógina týsdagin. Ein partur hugdi fostri sum eitt menniskja. Hin parturin hugdi fostri sum eitt kykt.

 

Stramma upp frá 16 vikur til 12 vikur??

Bjarni K. Petersen segði í tingsins røðarapalli. at nýggja fosturtøkulógin tekur hædd fyri bæði kvinnuna og barni. Nýggja lógin strammar upp frá 16 viku til 12 viku har kvinnan kann fáa fríða fosturtøku. Frá 12 viku skal læknin koma uppí og har verður tikið hædd fyri barninum. Hetta er beinleiðis lygn. Galdandi lóg hava vit ikki fríða fosturtøku og tíðskil verður tað ikki á nakran hátt stramma upp. Sjálvt KVF endurtók hetta, at nýggja fosturtøkurlógin er um, at stytta tað frá 16 vikur til 12 vikur.

Miðflokkurin vil banna abort??

Miðflokkurin fekk aftur ákoyringar, at teir vilja banna abort. Millin annað var tað Karlot Hergeirsson frá Framsókn. Hetta passar ikki og tað er nákk fyri vilja at tey siga soleiðis. Hetta bleiv sagt vegna uppskotið hjá Miðflokkinum í fjør har teir kom við uppskotið um tryggja rættindi til lív við lóg. Politikkinum hjá Miðflokkinum er, at geva barninum og kvinnuni allari hjálp sum tey tørva. Loysnin til sosialan neyðstøgu skal ikki verða fosturtøku. Her er ikki talan um, at banna abort, men at abort skal verða seinasta loysnin kvinnan skal taka.

Exit Føroyar vegna onga fríða fosturtøku?

Eyðdis Hartmann Niclasen segði, at nógvar ungar kvinnur velja Føroyar frá tí man ikki fær fríða fosturtøku í Føroyum. Hetta er ein skeiv pástandir, at argumentera fyri fríðari fosturtøku. Ingilín D. Strøm segði líknandi um, at fleiri ung flyta av landinum tí Føroyngar er for konservativur. Vit hava fyrst og fremst bústaðarneyð. Øll hava tørv á, at hava tak yvir høvdi, men allir kvinnur tørvar ikki eina fríða fosturtøku. At hetta skal verða týdningarmesta av øllum, at fáa ígjøgnum enn at gera tað lættari hjá barnafamiljum sigur hvussu nógv tey veruliga hugsa um familjuni sum heild.  

Hvar er barni?
Hvar er mammuhjálpin?
Hvar er ábyrdina hjá pápanum?

Øll hesi trý tingini má koma áðrenn vit tosað um fosturtøku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…