Norðoyggjar høga raðfesting í fíggjarlógini
Norðlýsið vil verða við, at hóast glottar eru í fíggjarlógini, so raka nakrar skerjingar stovnar í Norðoyggjum. Til tað er at siga, at hetta er bert partvíst rætt, tí at um ein játtan lækkar tá ið til dømis ein skúlaflokkur er minni komandi ár, enn í ár, so er hetta ikki ein skerjing tí tú kann ikki fáa játtan fyri virksemi, ið tú ikki hevur. Tað er eisini vanligt at kemur ein flokkur meira inn á eina útbúgving í 2026 enn í 2025 so verða pengar játtaðir tá. Næminga- og flokkatal á miðnámi kennir man ikki fyrr enn upptøkan hevur verið út móti sumri
Fíggjarlógin áleggur øllum stovnum í landinum at tillaga sítt virksemi komandi ár við 1,3% av rakstrinum aftaná at lagt er upp fyri lønum og øðrum virksemi, hetta er ikki serligt fyri Norðoyggjar.
Nýggi húsarhaldsskúlin og Tekniski skúli
Hinvegin eru fleiri stovnar uppraðfestir í ár og komandi ár. Nýggi húsarhaldsskúlin hevur fingið hægri játtan til økta virksemi í vár so skúlin kundi opnað við fullum virksemi í august. Játtanin til skúlan hækkaði við 2 mió til økta virksemi og løgustuðli á 9 mió, hetta so næmingagjaldi ikki skuldi hækkað munandi. Henda játtan er framskrivað í 2026.
Til Tekniska skúla verða játtaðar 15 mió í 2026 so aulan, sum er í gerð, kann gerast liug. Í alt eru játtaðar góðar 38 mió til íløgur á Tekniska skúla frá 2023 til 2026.Til virksemi á skúlanum verða játtaðar knappar 35,4 mió í 2026.
Klaksvíkar sjúkrahús
Játtanin er økt tilsamans smáar 1,4 mió til broytta fólkasamanseting, endurhýsing av starvsfólki vegna arbeiðið við starvsfólkabygninginum og eina uppraðfesting til at uppmanna læknaviðtalur í samband við prostatakrabba. Hóast tillagingar skulu gerast í rakstrinum, so verður eisini økt játtan til neyðugt virksemi í samband við krabba.
Takað vit so íløgu síðuna, so eru 25 mió settar av til starvsfólkabygningin og saman við framfluttari játtan eru 31,5 mió tøkar komandi ár til starvsfólkabygningin og skýlið/móttøku til sjúkraflutningstænastuna. Harumframt vóru játtaðar tilsamans 34,3 mió frá 2023 og til og við 2025 til Gula húsið, uppsetan av skannara, keyp av og og gerð av vegi, atkomu og byggiplássi á ogn við Gula húsið.
Brekumboð staðsett í Klaksvík
Eisini í komandi árið kemur nýtt og økt virksemi í Norðoyggjum við tað at nýggja brekumboðið, ið er staðsett í Klaksvík kemur at virka við fullari megi.
Norðoyggjar høga raðfesting
Sum Norðlýsið nevnir, so verður eisini játtað til útoyggjar við tað at avsett er peningur til nýggju ferjuna og bátasavn í Svínoy. Á heystið 2024 vóru endurjáttaðar 30 mió so Teistin, ístaðin fyri at verða settur til sølu, kundi røkja Kalsoyarleiðina til nýggja skipið er liðugt. Eisini vóru játtaðar 7,7 mió til atkomuviðurskiftið í Kalsoynni og Klaksvík og flutning av rampu til Syðradals.
Hetta eru bert nakrar av íløgunum og játtanum til Norðoyggjar í hesum samgonguskeiðnum. Samanumtikið ber ikki til at siga annað, enn at Norðoyggjar hava fingið høga raðfesting, og tað fegnist eg um.
Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.